Skunda tær

Skrivað: Kristianna Johannesen

Jesus segði: ”Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi” Luk 19,5 b

Í Luk 19 lesa vit, at Jesus fór gjøgnum býin Jeriko. Fólkið flokkaðist um Jesus, og ikki var lætt hjá einum lítlum manni sum Sakeusi at síggja Jesus. Hann hevði eina tráan eftir at síggja henda mann, sum óivað nógv fólk tosaðu um. Sakeus var ikki væl lýddur millum manna. Hann hevði heldur ikki stórt álit á sær sjálvum. Vildi ikki troka seg framat, men fann upp á ráð. Kleiv upp í eitt morberjatræ. Har kundi hann sita fjaldur og síggja, hvat gekk fyri seg.

Ikki vardi tað hann, at Jesus fór at líta upp og síggja hann millum bløðini á hesum tætt vaksna træi. Ikki vardi tað hann, at Jesus fór at venda sær ímóti honum og biðja hann koma niður úr trænum, tí at hann mátti koma á gátt hjá Sakeusi.

Í mannaeygum var Sakues ein stórur syndari, størri enn onnur fólk í býnum. Fyri Jesusi var Sakeus ein syndari, sum hann var á veg út á Golgata at doyggja fyri. Tí mátti Jesus koma á gátt hjá honum henda dagin. Tað var Jesu kærleiki, sum mátti hjálpa, mátti bjarga og mátti frelsa henda dag.

Sakeus skundaði sær niður úr trænum og tók ímóti Jesusi glaður. Eisini í dag sigur Jesus við okkum: skunda tær, eg má hjálpa, eg má bjarga og eg má frelsa. So latið okkum vera skjót og við gleði taka ímóti honum.