Smápeningurin hjá einkjuni
“og hann sá eina fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í. v3 Og hann segði: »Sanniliga sigi eg tykkum, henda fátæka einkjan legði meira í enn øll hini;”
Luk. 21, 2-3
Ein múgvandi kona varð biðin at lata pening til eitt vælgerandi endamál.
“Tað vil eg fegin,” svaraði hon, “men tygum mugu vera nøgdur við smápengan hjá einkjuni.”
“Tað er alt ov mikið,” ljóðaði svarið, “tað kunnu vit ikki taka ímóti.”
“Alt ov mikið?” segði konan. “Tygum mugu hava misskilt meg. Nú í seinastuni havi eg givið so nógvan stuðul til vælgerandi endamál, at tygum hesa ferð mugu vera nøgdur við smápengan hjá einkjuni.
“Men kæra frúa,” svaraði hann, sum savnaði peningin inn, “tað er alt ov mikið. Einkjan, sum tygum tala um, gav alt, sum hon átti sum eina gávu til Guds. Men eg haldi, at tað er alt ov mikið, um tygum vilja geva alt, sum tygum eiga.”
Tað endaði við, at konan gav eina fitta peningaupphædd; men eftir tann dag sammetti hon ongantíð gávur sínar við smápengan hjá einkjuni.
“Kirkeklokken.” E. Campbell umsetti.