Snarljósið bygdi brúgv

“Biðið, so skal tykkum verða givið; … ”
Matt.7,7

 

 

Tveir dreingir vóru farnir ein fjallatúr. Brádliga og heilt óvæntað brendi hann á við illveðri. Teir skundaðu sær oman rásina mitt í nógvum avfalli og vindi, meðan torðan dundi og snarljós gingu. Tá teir skuldu fara um eina á stóðu teir sum ræðsluslignir og hugdu, tí brúgvin var skolað burtur og tað kundi sostatt ikki longur lata seg gera at koma yvirum.

 

Fyrst hugsaðu teir, at teir heldur máttu royna at svimja yvirum hinumegin áarbakkan, men so samdust teir um, at streymurin var alt ov harður. Teir vóru tí standandi hjálpalesir har. Hin eini, John segði: “Tað finst ongin annar vegur at koma heim og ongin onnur brúgv er nærindis.” Tá kom hin, Haraldur við loysnini: “Vit kunnu biðja!”

 

“Ja” svaraði John, “Gud hjálpti lærusveinunum ta ferðina, teir vóru um at ganga burtur á sjónum við teirra báti, og hann hjálpti eisini Paulusi í illveðrinum, tað ferðina, teir strandað á oynni Malta, og hann hjálpti teimum trimum vinmonnunum frá gløðandi ovninum. Eg veit ikki, hvat hann kann gera fyri okkum, men latum okkum biðja.”
Ongantíð áður høvdu hesir báðir dreingirnir biðið so álvarsliga. Ongin har heima visti, hvønn veg, teir báðir vóru farnir, so harfrá kundu teir ikki vænta nakra hjálp. Og í einum slíkum illveðri sum hesum hevði sjálvt ein bjargingartyrla havt sera trupult við yvirhøvur at síggja teir. Tá teir nú sóu hesar veldigu vatnflóðina streyma omaneftir kundu teir ikki annað enn at leggja seg í Guds hendur og biðja Hann um hjálp. Í somu løtu teir opnaðu eyguni kom eitt øgiligt snarljós, tað størsta teir nakrantíð høvdu sæð, og skræddi teir so at siga oman við sær. “Tað var ser nær við,” rópti John. “Alt ov nær til at vera til nakra uggan.”

 

Men so hendi okkurt. Eitt av teim risatrøunum í skóginum varð rakt av snarljósinum. Træið skakaðist, ridlaði og koppaði. Ein ósjónligur máttur sá út til at stýra trænum í fallinum, so at tað kom at leggja seg tvørturum ánna, har sum dreingirnir ynsktu sær eina brúgv.

Tá Haraldur gjørdist eldri greiddi hann frá hesi hending til ein prædikumann. Gud hevði hoyrt bønirnar hjá dreingjunum.
Eisini í dag hjálpir Gud øllum, tá tey av hjartanum biðja til Hansara.
E.Campbell umsetti