Soleiðis fyrigevur Gud
”Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann fegin á herðarnar; ”
Luk.15,5
Øll vita vit, hvussu nógv ið mátin, ein gerð verður gjørd uppá, hevur at siga. Ja, ofta hevur mátin meir at siga enn sjálv gerðin. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt hesi orðini: “Ja, eg viðgangi, at hann gjørdi mær ein stóran beina, men á ein slíkan hátt, at hann oyðilegði alt.”
Harrin hevur sín máta at gera tingini uppá, og Gud havi lov fyri tað! Hann ger tey soleiðis, at vit verða sannførd um, at hjarta hansara er við í gerðini. Tað er ikki bara soleiðis, at tað, ið gjørt verður, er gott, men sjálvur mátin, sum tað verður gjørt uppá, er ómetaliga dámligur.
Latið okkum taka eitt dømi burtur úr mongum. Tað stendur í tí 15. kap. hjá Lukasi, og er um hin burturmista seyðin. Her síggja vit, hvussu nógv mátin hevur at siga. Hvat gjørdi maðurin, sum fann sín mista seyð? Fór hann at gremja seg um alt stríðið, hann hevði havt, og fór hann síðani at reka seyðin heim? Nei, nei, á ongan hátt. Hvat ger hann so meðni? “Hann leggur hann á herðarnar,” sigur Bíblian. Hvussu? Er tað við gremjan um, hvussu tungur hann er, og hvussu nógv stríð hann hevur volt honum? Nei, men “fegin”, sigur Skriftin. Her síggja vit hin vælsignaða mátan. Hann visti, at hann gleddist at fáa seyð sín aftur. Seyðurin mundi vera tryggur uppi á herðum hansara uttan mun til, hvussu hann var lagdur har. Men hvør hevði viljað verið hesi signaðu orð fyri uttan “fegin” ella sum danska Bíblian sigur “við gleði”.
Soleiðis fyrigevur Gud einum syndara. Kanst tú longur ivast í vilja hansara at fyrigeva, tá ið hann hevur sett tað so greitt fyri tær í Skriftini. Les restina av 15. kapitli. Tvær søgur eru eftir “Hin burturmista drakman” og “Hin burturfarni sonurin”, og tær eru um hitt sama. Harrin stendur við opnum ørmum fyri at taka ímóti tær. Hann peikar yvir á krossin, har hann sjálvur legði grundvøllin fyri syndanna fyrigeving. Hann vissar teg um, at alt er fullgjørt. Hann biður teg hvíla í tí, sum hann hevur gjørt fyri teg. Mátti Guds Heilagi Andi leitt teg at sæð hetta klárt og í allari sínari fyllu, at tá ið tú biður Jesus fyrigeva tær, so eru syndirnar fyrigivnar í allar ævir!
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

