Somu religión sum gamli við blóðinum

”Blóðið skal vera tykkum tekin á teimum húsum, sum tit eru í, og tá ið eg síggi blóðið, skal eg fara um tykkum, so at plágan ikki meinar tykkum, tá ið eg slái Egyptaland. ”
2.Mós.12,13

 

 

Teir kendu persónarnir, sum umboðaðu materialismu og gudsavnoktan, K.W. Professari, harra H.B., frú K.D og fleiri onnur høvdu lýst við einum stórum anti-bíbilskum fundi í Viktoriahøllini í Stockholmi í mars mánaði ár 19..

 

Eftir fyrilesturin var orðið frítt.

Høllin var fullsett, mest av gudsfíggindaligum fólki. Nú steig W. Professari upp á talarastólin, og fólk klappaðu dúgliga honum til heiðurs. Hann staðfesti, at einki prógv yvirhøvur var fyri, at Jesus hevði livað. Tað einasta, sum fólk stuðlaðu seg til, tá ið talan var um Jesus sum søguligan persón, var nakað, sum Josefus hevði skrivað; men hetta vísti seg at vera eitt falsað uppískoyti. Og tí var nú als einki prógv fyri, at Jesus hevði verið til nakrantíð.

 

So varð sagt, at orðið var frítt. Ein eldri maður fór á føtur. Hann var í tí eyðkenda reyða jakkanum hjá Frelsunarherinum. Orðstýrarin hugdi forhánisliga upp á hann og varð væl stuðlaður, tí áoyrararnir róptu, at teir ikki høvdu ætlað sær eitt frelsumøti, og tí var best, at gamli tagdi. Men hann kravdi at fáa orðið, av tí at tey høvdu lýst við tí, og so mundu tey ikki ræðast mótpartin. Tá lótu tey hann tala. Við harðari rødd segði hann: ”Mær tykir, at tað er ein stór neyð og eymd við hesum professarunum og hesi vísindini. Hvussu veit professarin, at Jesus ikki hevur livað?”

Professarin svaraði spottandi: ”Íðan, hvussu vita tygum, at hann hevur livað?” Og uppaftur meira háðandi róptu áhoyrararnir: ”Ja, hvussu vita tygum tað?”

 

Men tá kom eldur í hin gamla: ”Skuldi eg ikki vitað tað, at Kristus er til? Skuldi eg ikki havt skil fyri tí?”

 

”Vit krevja prógv! Kom við prógvi!” varð rópt úr salinum og av pallinum.

”Ja, tað skulu tit fáa,” rungaði svarið aftur. ”Eg eri sjálvur eitt prógv um, at hin dýrabari Frelsarin livir. Einaferð var eg hin mest niðurundirkomni drykkjumaðurin í Stokkhólmi. Eg drakk fyri hvørja krónu, eg fekk fatur á, og við stívari kenning endaði eg í varðhaldinum á politistøðini. Haðani varð eg sendur til dómaran, og var eg ikki førur fyri at gjalda bøturnar, mátti eg inn at sita. Men neyvan var eg úti aftur, fyrr enn eg byrjaði hesa syndarligu gongd aftur, frá ølstovuni til dómstólin og fangahúsið og aftur til ølstovuna. Eg skrivaði meg inn í øll møgulig fráhaldsfeløg, og eg gav eitt heilagt fráhaldslyfti fyri og annað eftir; men tað bara versnaði við mær. Eg sakk djúpari og djúpari.

Men tá møtti eg ein dagin í míni djúpu neyð tí Harra Jesusi Kristi, og Hann dró meg við síni gjøgnumstungnu hond upp úr díkinum og reinsaði meg við blóði sínum. Og síðani tá havi eg verið frelstur og varðveittur, og eg havi verið ein arbeiðssamur, virdur og gagnligur samfelagsborgari. Skuldi eg ikki vita, at Kristus er til?”

 

Kvirt gjørdist í salinum, og tað tóktist, sum øll vóru gripin. Eftir ein drúgvan steðg bað harra D.B um orðið; men tað var honum tó kortini tørført at varðveita sítt vanliga hugmóð, tá ið ráddi um teir andaligu lutirnar. Hann helt fyri: ”Konur og menn, um eg skuldi hugsaðum religión – tað kemur sjálvandi ongantíð upp á tal – men um eg móti allari væntan skuldi komið at hugsa um slíkt – um so verður, so hevði eg viljað havt somu religión sum gamli við blóðinum!”

 

Tað merktist týðiliga, at vitnisburðurin eisini hevði gripið hann.

 

”Tá ið eg síggi blóðið, skal eg fara um tykkum(t.e. leypa tykkum um)” 2.Mós.12,13 ella sum tað stendur í einari svenskari Bíbliu: ”Og blóðið skal vera tykkum eitt tekin til frelsu!”
E.Campbell umsetti