Frammihjárættindi og heppin
”Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ”
Jóh.14,6
Peter Haltorp
Tað týdningarmesta her í lívinum er at blíva kendur við og at kenna Jesus sum vin og bróður. Hatta skilti eg ógvuliga tíðliga gjøgnum góð foreldur og livandi meinigheitslív. Tað kann vera gagnligt og týdningarmikið at vita nógv um ein persón, men at fáa ein persónligan kennskap er nakað heilt annað, tá ið persónurin, sum tú ert komin at kenna, er Vegurin, Sannleikin, Lívið og Ljósið. Hann, sum hevur navnið yvir øllum øðrum nøvnum, sum vann ein ævigan sigur og so nógv meir. Tá kenni eg, at eg havi eini frammihjárættindi og eri heppin.
Harrin hevur ikki givið okkum eina tilráðing, men eini boð um at spreiða boðskapin um Hansara uppreisn, Hansara náði og Hansara afturkomu. Tú hevur ikki skilt evangeliið, hugsi eg, um tú ikki tekur missión í álvara og livir við hesum, sum Hann hevur litið tær upp í hendur, hvønn dag. Bíblian tekur tað sum eina sjálvfylgju, at vit ikki bara hoyra tað, Kristus hevur sagt, men at vit eisini gera tað. Um ikki, so lumpa vit okkum sjálv (sambært Ják. 1). Hvør hevur hug at lumpa seg sjálvan?
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

