Standið føst í freistingum og roynslum

”Villur eg fór, áðrenn eg varð boygdur, men nú gevi eg orðum tínum gætur. ”
Sálm.119,67

 

Kristin menniskju eiga at vara seg fyri ikki at fella fyri freistingini til at knarra og gremja seg. Tað gjørdu ísraelar í oyðimørkini. Hóast Harrin sýndi teimum stóra miskunn so ”meylaðu” tey. 2.Mós.16,2

Gongur eitt Guds barn við einum ákærandi og misnøgdum hjarta, so er henda misnøgd vend móti Gudi, tí tað er Hann, ið stendur aftanfyri tað, ið hendir og sum leggur alt til rættis á besta hátt fyri børn síni. Fýlist tú á og gremur tú teg yvir menniskju ella umstøður, so er tað Gud, ið ákærur tínar í veruleikanum eru vendar ímóti.

 

Mong hava mist frelsuna av tí at knarran og misnøgd teirra fekk loyvi til at vaksa og mennast og gerast til beiskleika ímóti Gudi.

Boyggja vit okkum harafturímóti undir umstøðurnar, sum ganga okkum ímóti, fyri Jesu skuld, so er hetta eitt gott høvi til at standa fastur og á henda hátt fáa sjálvgóðsku okkara tikna av lívi. E. Campbell