Statt fast í freistingum og roynslum
”Villur eg fór, áðrenn eg varð boygdur, men nú gevi eg orðum tínum gætur. Góður tú ert, og gott tú gert, kenn mær boðorð tíni! ”
Sálm.119,67
Kristin menniskju eiga at ansa sær fyri ikki at falla fyri freistingini at gremja seg og klaga. Tað gjørdi ísraelska fólkið í oyðimørkini, hóast miskunn Harrans móti teimum og tey ”meylaðu”. 2.Mós.16,2
Gongur eitt Guds barn við einum ákærandi og ónøgdum hjarta, so er henda ónøgd vend ímóti Gudi, tí tað er Hann, ið stendur aftanfyri alt, loyvir tí, ið hendir at henda og leggur alt til rættis á besta hátt fyri síni børn. Meylar og gremur tú teg yvir menniskju eller umstøður, so er tað altso Gud, sum tínar ákærur í veruleikanum eru vendar ímóti.
Nógv menniskju mistu frelsuna, tí klagur og ónøgd fekk loyvi til at vaksa og seinni gerast til beiskleika ímóti Gudi.
Boyggja vit okkum hinvegin fyri Jesu skuld undir umstøðurnar, ið ganga okkum ímóti, so er hetta eitt gott høvi til at standa fastur og á henda hátt fáa sjálvgleðina til at doyggja.