Statt stinnur á tínari sannføring

”Eg havi gjørt Harranum lyfti, og eg kann ikki taka tað aftur.”
Dóm. 11,35 V.D.

 

Í mánaðir vandi Eric Liddell av heilum huga, avgjørdur í at vinna 100 metra renningina á OL í 1924. Flestu ítróttartíðindafólkini mettu, at hann fór at vinna. Men tá ið hann kom, gjørdist hann greiður um, at renningin skuldi fara fram ein sunnudag. Hetta var ein stórur trupulleiki fyri hann, tí hann helt ikki, at hann kundi æra Gud, um hann fór at renna á Hansara heilaga degi. Hann gav avboð, og viðhaldsfólk hansara vóru skelkað.

Summi, sum fyrr høvdu róst honum til skýggja, kallaðu hann nú ein stóran tápuling. Stórt trýst varð lagt á hann, men hann stóð stinnur og var ikki at vika.

So var tað ein rennari, sum gav avboð til rennikappingina um 400 metrar. Henda renningin skuldi fara fram ein gerandisdag, og teir bjóðaðu Liddell plássið. Hetta var í veruleikanum ikki hansara vegalongd. Hesin teinurin var fýra ferðir so langur sum tann, hann so íðin hevði vant. Kortini rann hann um málstrikuna sum vinnari og setti harumframt eitt nýtt met uppá 47,6 sek. Hann vann gull á OL og vísti, at hann vikaðist ikki frá tí, hann helt vera rætt, tá ið tað ráddi um trúgv sína, og hansara søga varð seinni endurgivin í tí virðislønta filminum ”Chariots of Fire”.

 

Eric Liddell bleiv uppaftur kendari, tá ið hann gjørdist trúboðari í Kina, har hann seinni doyði í einari krígsfangalegu í 1945. Hann var sum Jefta, sum segði: ”Eg havi givið Harranum eitt lyfti, og eg kann ikki taka orð míni aftur.” Dóm. 11,35

 

Boðskapurin, sum skínur so bjartur gjøgnum lívið hjá hesum manni, er: Statt stinnur á tí, sum tú ert sannførdur um er rætt – og Gud vil sýna tær æru.

”… et Ord til Dagen”

Effie Campbell umsetti