Stendur navn títt í lívsins bók?

”Tann, sum sigrar, hann skal soleiðis verða ílatin hvít klæði, og eg skal ikki strika navn hansara út úr lívsins bók, og eg skal kennast við navn hansara fyri faðir mínum og fyri einglum hansara. ”
Op.3,5

 

Tað er gjørligt at fáa navn sítt skrivað inn í lívsins bók hjá Lambinum, og so fáa tað strikað út aftur. Jesus segði:
“Tann, sum sigrar, hann skal soleiðis verða ílatin hvít klæði, og eg skal ikki strika navn hansara út úr lívsins bók (Opb. 3,5).”

 

Bíblian vísir greitt, at fólk eru fallin út úr náðini, eru blivin fráfallin og hava fingið navn sítt strikað út.

 

Um tú lesur hetta og enn krøkir teg til ta følsku vónina “einaferð frelstur, altíð frelstur”, má okkurt spinnandi óærligt vera í hjarta tínum. Tú kanst ikki svíkja Gud og samstundis hava hansara náði og frama. Tú kanst ikki synda og samstundis varðveita hansara frið í sál tíni.

 

”Sí, eg komi eins og tjóvur; sælur er tann, sum vakir og varðveitir klæði síni, so at hann ikki skal ganga nakin, og tey skulu síggja skomm hansara! – ” Op.16,15
“Sælur er tann, sum vakir og varðveitir klæði síni.”

E. Campbell umsetti