Størsta boðið
“Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum; hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt. Kærleikin fellur onga tíð burtur;… Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin. ”
1.Kor.13,4-8 og v.15
Tað eru religiónir, sum eru skapaðar av ótta. Aðrar av ritualum. Aðrar av virðing. Kristindómurin er sprottin av kærleika og er kærleiki.
Jødunum dámdi at tosa um, hvat størsta boðið í lógini mundi vera. Jesus skar ígjøgnum endaleysar samrøður við at siga, at tey skuldu elska Gud fram um alt og næstan sum sjálvan seg.
Gud elskaði menniskju so høgt, at hann gav okkum alt, sum hann átti, við Jesusi Kristi. Tað, sum krossurin sigur okkum um Guds lyndi, kann bara útleggjast við orðinum kærleiki. Ein kristin, sum ikki ger eftir kærleikans lóg, er ikki kristin. Kærleikans lóg er fjar frá tí bíliga, grunnskygda, óvarna og veika kærleikanum, sum hann ofta kemur í bland við, hin sanni kærleikin “søkir ikki sítt egna”.
Vit liva í einari tíð, har nógv vandamál eru frammi, og nógv menniskju líða undir tí. “Tað eru nógv rundan um teg, sum kulsa. Ver tú eitt bál, sum strálar hita frá tær.” (Haldis Vesaas) Ein afrikansk kona segði ein dagin: “Sjálvt biddararnir bíða eftir kærleika. Teir bíða eftir einum menniskja, sum vil steðga á og tosa við teir og spyrja teir, hvar teir búgva …” Kærleikin til Gud stendur sína roynd, tá ið vit kunnu takka í øllum førum. Kærleikin til næstan stendur sína roynd, tá ið hann undir spotti “tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.”
E. Campbell týddi