Størsta missiónsmarkin

”Hesi boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg, skulu vera í hjarta tínum; og tey skalt tú leggja børnum tínum eina við og bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp. ”
5.Mós.6,6-7

 

Størsti gerningur okkara skal byrja í familjuni, í heiminum. Ongin missiónsteigur hevur størri týdning enn hesin.

Uppgáva okkara her í heiminum er at ala fram tað góða í børnum okkara, so at tey kunnu fáa eina góða ávirkan á aðrar familjur í samfelagnum. Vit kunnu læra hesar familjur at kenna Gud, hóast vit í veruleikanum aldri koma at standa á nøkrum prædikustóli.

Ein friðsom og harmoniskt skipað familja hevur størrri virði í eygum Guds enn fínasta gull, gull frá ofirum. E.C. Umsetti