”Stumm-tænari”
”Tí at við tað at deyðin kom við eini menniskju, kemur eisini uppreisn av deyðum við eini menniskju. ”
1.Kor.15,21
Tá ið eg búði í Albania, keypti eg ein dagin ein ”stumm-tænara”, eitt klædnatræ at heingja tey vátu, skitnu klæðini á, tá ið vit komu til hús. Tað regnaði ofta, og runa var allastaðni. Eg spurdi ein av vinum okkara, hvat ið ”stummtænari” eitur á albanskum. Hann eitur ”profit”, og tað merkir prestur.
Nú eru prestar ikki beinleiðis kendir fyri at vera málleysir, ”stummir”, kanska heldur fyri at vera ov prátingarsamir, so eg helt, at hetta var eitt løgið navn. Men tá ið eg hugsaði gjøllari um tað, sá eg, at tað í roynd og veru hóskar væl at kalla ein ”stummtænara” prest.
Í Hebrearabrævinum 9.kapitli verður Jesus kallaður høvuðsprestur okkara, og í Jesaja 53.kapitli um Harrans livandi tænara spáar profeturin um Jesus: ”Hann varð nívdur, men stillisliga bar hann tað, og hann læt ikki upp munn sín eins og lamb, ið verður leitt at verða dripið, eins og seyður, ið er tigandi, tá ið teir royta hann; hann læt ikki upp munn sín. ”
Jesus, okkara himmalski høvuðsprestur, er ein tigandi ”stummur” tænari, sum í stilni líður okkara vegna. Hann letur seg heingja upp á ein kross sum ein ránsmann. Nú kunnu vit koma yvir til hansara á krossinum, lata okkum úr øllum okkara skitnu yvirklæðum, t.e syndir okkara, og heingja alt á hann sum ein ”stummtænara”. Harvið loysir hann okkum frá syndanna byrðu, sum tyngir okkum, og vit kunnu standa í reinum, hvítum klæðum, ílatin rættvísi hansara, verdug at tæna honum í dagligu gudstænastu okkara, í bøn og bíbliulestri og í okkara jarðiska kalli.
Tá ið vit nú halda páskir, so latið okkum hugsa um, hvat ið tað kostaði Jesusi at vera høvuðsprestur okkara: at hann sjálvur gjørdist offurlambið, hvørs blóð er tað einasta, sum kann bøta fyri syndir okkara, at hann doyði fyri okkum, hann, sum ikki kendi til deyða, men gekk heilt og fult inn undir manna kor, enntá sjálvan deyðan, so at eingin okkara kann siga: ”Gud, tú skilir ikki meg, tí tú veitst ikki, hvat ið tað hevur at týða at vera menniskja.”
Jú, Gud veit alt um, hvat ið tað vil siga at vera menniskja, tí Jesus er sannur Gud og tað æviga lívið. Tá ið vit loyva Jesusi at koma inn í hjarta okkara, so fáa vit eisini lut í hansara guddóms-megi og mátti at bera alt, sum er tungt í lívi okkara.
Henrik Ertner Rasmussen, Dansk Europamission. E.Campbell umsetti