Stumtænarin
”Hann varð nívdur, men stillisliga bar hann tað, og hann læt ikki upp munn sín eins og lamb, ið verður leitt at verða dripið, eins og seyður, ið er tigandi, tá ið teir royta hann; hann læt ikki upp munn sín. ”
Jes.53,7
Tá eg búði í Albania keypti eg mær ein dagin ein stumtænara, eitt klædnastativ at hanga tey vátu og skitnu klæðini á, tá vit komu heim. Tað regnaði ofta og har var runa allastaðni. Eg spurdi ein av okkara vinum, hvussu ein stumtænari verður kallaður á albanskum máli. Hann verður kallaður ”Prift”, sum merkir, prestur.
Nú eru prestar ikki júst kendir fyri at vera málleysir, ”stummir”, kanska heldur tvørturímóti, so eg helt, at hetta var eitt løgið navn, men tá eg nú hugsaði meira gjølla um tað, so sá eg, at tað í veruleikanum hóskar væl at kalla ein stumtænara fyri ein prest.
Í Hebrearabrævinum, kapitel 9 verður Jesus kallaður okkara høvuðsprest, og í Jesaja 53 um líðandi tænara Harrans spáar profeturin um Jesus. ”Hann varð nívdur, men stillisliga bar hann tað, og hann læt ikki upp munn sín eins og lamb, ið verður leitt at verða dripið, eins og seyður, ið er tigandi, tá ið teir royta hann; hann læt ikki upp munn sín. ”
Jesus, himmalski himmalski høvuðsprestur okkara er ein tigandi, ”stumtænari”, sum í kvirru líðir okkara vegna. Hann letur seg heingja upp á ein kross, eins og ein ránsmaður. Nú kunnu vit koma til hansara á krossin, lata okkum úr okkar skitnu og tvitnu klæðum, altso okkara syndir og heingja alt hetta á hann, so sum vit gera við ein stumtænara. Soleiðis loysir hann okkum úr syndaranna byrðu, ið tyngir okkum, og so at vi við hesum koma at standa við reinum og hvítum klæðum, ílatin rættvísi hansara, og verdig til at tæna honum í okkara dagligu gudstænastu í bøn og bíbliulesnaði og í jarðiska kalli okkara.
Tá vit hátíðarhalda páskirnar, so latum okkum hava í tonkunum, hvat ið hetta kostaði Jesusi at vera okkara høvuðsprestur, at hann sjálvur gjørdist offurlambið, hvørs blóð er tað einasta, ið fult og heilt kann bøta fyri syndir okkara, at hann doyði fyri okkum, hann, ið ikki kendi deyðan, men sum heilt og fult fór inn undir manna kor, enntá sjálvan deyðan, so at eingin okkara kann siga: ”Gud, tú skilir meg ikki, tí tú veitst ikki, hvat tað merkir at vera menniskja.”
Jú, Gud veit alt um, hvat tað vil siga at vera menniskja, tí Jesus er sannur Gud og tað æviga lívið. Tá vit loyva Jesusi at koma inn í hjarta okkara, so fáa vit eisini lut í guddómsveldi hansara til at bera alt, ið er tungt í lívi okkara.
Henrik Ertner Rasmussen Dansk Europamission
Effie Campbell oversatte