Sunnudagsskúlin

”Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum. ”
Orðat.22,6

 

Tað er øtiligt, at so fá fólk síggja, hvussu stóran týdning sunnudagsskúlaarbeiðið hevur. Tað er jú framtíðarkirkjan og hana mugu vit ikki svíkja. Mammur og pápar áttu at verið við í hesum arbeiði, men mong stúra fyri at byrja, tí tey ikki eru von at standa frammanfyri øðrum og undirvísa.

 

Eg kundi ynskt, at tey ikki hugdu at sær sjálvum og at øðrum og kendu seg máttleys, men at tey fingu náði til at síggja Jesus og at heinta styrki og mátt og dirvi frá honum.

Alice Kjøller E.Campbell umsetti