Syndana fyrigeving

Skrivað: Kaj Eli Hansen

Men hann segði vid hana: “Syndir tínar eru fyrigivnar” Luk. 7,48

Versið sum vit lósu er tikið úr einum størri samanhengi. Vit hoyra um eina kvinnu, sum kemur inn í húsi har Jesus er staddur. Hetta var ein kvinna sum í lokala samfelagnum, var sædd um ein syndafull kvinna, og tað er eisini reaktiónin hjá vertinum, sum hevur bjóða Jesusi inn, tá ið hann sigur “hevði hann (Jesus) verði ein profetur, mátti hann vitað, hvør og hvat fyri ein kona hon er, sum nemur við hann, at hon er ein syndafull kona” (v39)

Í samband við tað sum verturin hugsar, sigur Jesus frá eini søgu um 2 menn, sum skyldaðu pening, annar 500 denarar og hin 50 denara (ein denarur var uml. ein dagsløn). Men báðir fingu alla skuldina strikaða, og spurningur hjá Jesus var so “hvør teirra man nú elska tann sum eftirgav skuldina meira?” Og svari er sjálvsagt, tann sum hevði størri skuld.

Hesa søgu brúkar Jesus so, fyri at undirstrika týdningin av syndan fyrigeving. Sum menniskju kunnu vit halda at eg eri betri enn hann ella hon, men í Guðs eygum, er eingin stórur ella lítil syndari, “Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður,” Rom. 3,23.

Tí trongdi bæði verturin og kvinnan Jesu fyrigeving, men vit hoyra bara um at kvinnan tekur ímóti Jesu fyrigeving.
Hvussu er við tær?