Tá ið alt tykist myrkt

”Tá segði Jesus við teir: »Enn eina stutta stund er ljósið tykkara millum. Gangið, meðan tit hava ljósið, at ikki myrkrið skal koma á tykkum; og tann, sum gongur í myrkrinum, veit ikki, hvar hann fer. ” Jóh.12,35

“… Tann, sum gongur í myrkrinum, veit ikki, hvar hann fer.” Jóh. 12,35b

 

Tíðir kunnu koma, hvar ið alt tykist at myrkna fyri okkum. Tá er ikki tíð at fara til gongu; men tá er tíð at drekka av lívsins keldu, so vit av nýggjum kunnu sanna, at Guds orð er ein lykt fyri fótum okkara og eitt ljós á gøtu okkara.

 

”tí hjá tær er lívsins kelda, í tínum ljósi vær skoðum ljós! ” (Sálm. 36,10)

 

Sum Mika profetur liva eisini vit í einari myrkari og syndugari verð, og kortini kunnu vit sum hann siga: ” … tó at eg siti í myrkri, lýsir Harrin fyri mær. ” Mika 7,8. Tað var eisini myrkt á Jesu tíð, men ljósið skein í myrkrinum, og myrkrið vann ikki á tí (Jóh. 1,5). Og tí kunnu vit við hesum ljósinum í okkum bera ljósins frukt: góðsku og rættvísi og sannleika (Ef. 5,9). Gera vit ikki tað, kann orsøkin vera, at vit hava gloymt at oyst av ljósins keldu: Guds livandi og blívandi orð.

 

“Av frelsunnar keldu skulu tit oysa vatn við gleði.” Jes. 12,3. At drekka vatn við gleði av frelsunnar keldu vil við øðrum orðum siga, at vit í trúgv ogna okkum tað, vit hava í Jesusi Kristi.

E. Campbell umsetti