Tað einasta, vit kunnu gera

Skrivað: Øssur Kjølbro

Í summar hugdu mong spent at Evropameistarakappingini í fótbólti hjá monnum. Men mest minniliga hending fyri tey flestu var ikki, hvør vann, men løtan, tá danski spælarin Christian Eriksen brádliga small í vøllin við hjartasteðgi.

Liðfelagarnir gjørdu manngarð rundan um hann, meðan læknarnir góvu honum hjartamassagu. Meðan hetta hendi, helt ein av donsku sjónvarpsviðmerkjarunum, at vit skuldu “senda” Eriksen og familju hansara “gott karma”; ein annar helt, at vit skuldu krossa fingrar fyri teimum.

Men niðri á vøllinum stóð ein av spælarunum, Martin Braithwaite, sum var við til at gera manngarð rundan um Eriksen, við foldaðum hondum og bað stillisliga. Aftaná varð hann spurdur, hví hann bað. Og hann tordi at standa við, at tað finst nakað, sum er størri enn vit. Hann segði: Tað var tað einasta, eg kundi gera í støðuni!

Ein sera beinrakin lýsing av, hvat kristin bøn er: Ikki føgur orð, men einfalt at venda sær til pápa okkara í himli við tí, sum liggur okkum á hjarta. Bæði í góðum og tungum løtum – og allar løturnar mitt ímillum. Tí hann er bæði sterkari, vísari og kærleiksfullari enn vit sjálv.

Eins og Pætur, tá hann gekk eftir vatninum yvir móti Jesusi: “Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: “Harri, bjarga mær!” Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: “Fátrúni maður, hví ivaðist tú?” (Matt 14,30-31)

Sjálvandi kennist tað serliga átrokandi, tá ein merkir, hvussu máttleysur ein sjálvur er. Men oyruni hjá Jesusi eru eisini opin ein púra vanligan dag!