Tað er nakað, tú kann vita um Gud, uttan nakrantíð at hava hoyrt Guds orð

Skrivað: Dan Eliasen

“...tað, sum kann vitast um Gud, er eyðsýnt millum teirra, tí at Gud hevur birt teimum tað. Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum, – so at menn einki skulu hava at orsaka seg við, tá ið teir, tó at teir kendu Gud, kortini ikki dýrmettu hann sum Gud ella takkaðu honum...” (Róm 1,19-21a).

Tað er nakað, sum tú kann vita um Gud, uttan at tú nakrantíð hevur hoyrt Guds orð. Tað, sum Gud hevur skapt, fyrst og fremst teg sjálvan við øllum tínum sansum, hjarta, heila, lungum, immunskipan, hondum, fótum, evnum at balancera, hugsa, leggja ætlanir og alt annað, sum eg kundi nevnt. Eisini luftin, tú andar í teg, fruktin, tú etur, grønmetið, ella djórið, alt boðar hansara æviga mátt og guddómleika. Jørðin, sólin, mánin og stjørnurnar. Alt hevur hann skapt, fyri at tú kanst vera til.

Størsta grundin til, at menniskju ikki síggja Guds æviga mátt og guddómleika í øllum hesum, er tann, at tey ikki vilja finna Gud. Vit eru av náttúru fíggindar Guds, og tí sigur Jesus: “Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann” (Jóh 6,44).