Tað hjálpti
”Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð, ”
Kol 4,2
Tann víðgitni heimspekingurin Hegel hevði eina systur, sum var lærari. Sagt verður um hana, at hon einaferð kom úr skúlanum aftan á eitt herviligt toruveður. Hon segði beiggja sínum frá, hvussu ræðuliga bangin børnini vóru, meðan toran gekk.
– Ja, men gjørdi tú einki fyri at ugga børnini? Spurdi tann víðgitni heimspekingurin.
– Jú, sjálvandi gjørdi eg tað, svaraði systirin.
– Ja, men kundi tú greiða teimum frá ravmagninum í luftini, soleiðis at tey kundu skilja, hvør kraftarkelda er í einum torusláttri?
Systirin risti við høvdinum og svaraði:
– Nei, tað kundi eg ikki, men eg gjørdi nakað annað: Eg bað saman við teimum, og tað hjálpti.
Sum ein gamal maður veit eg av sannroynd, at menn kunnu vera harðir í orðum og sjálvsáliti, so leingi veðrið er gott. Men kemur vindmegin upp móti teimum 25-36, ja, so eru ikki so mong orð meira, og teir, sum vóru sterkir í orðum í lognini, eru aloftast teir, ið skelva av angist og taka sálmabókina fram.
Mín lívsroynd er, at einki her á jørð kann sissa eitt menniskja sum verulig bøn. Einki kann kyrra stormin í mannahjørtum sum livandi, persónlig bøn. Her missa orð sín mátt, tá ið stormurin brestur á, og tá er tað bert eitt, ið kann skapa sanna kvirru í sálini.
Hvussu gongst hjá tær? Orð hava so lítið virði, men tær samanløgdu hendurnar hava ein undursaman mátt. Manst tú hava hesa sannroynd í lívinum? Bert tann, sum hevur roynt hetta, skilir, hvør ein ófatilig kraft liggur í teim samanløgdu hondunum.
A.J