Tað ræður um tað æviga lívið

Mark.10,17-27
Tá ið Jesus var á veg frá tí staðnum, har hann hevði tikið ímóti børnunum, vælsignað tey og kunngjørt, at ”at Guðs ríki hoyrir slíkum til ”, kom ein maður rennandi, fall á knæ og spurdi: ”»Góði meistari, hvat eigi eg at gera, at eg kann arva ævigt lív?« …”

 

Ein ríkur maður, og so langt vit kunnu døma um, ein heiðurligur maður, sum hevði livað eitt siðiligt lív – mong vilja kanska siga ein fullkomin maður – hann rennur! Hvat leikar á, hvat er tað, sum hevur slíkan skund? Jú, tað eru hugsanirnar um tað æviga lívið.

 

Men er ikki alt í lagi hjá honum, eisini ævinleikalívinum viðvíkjandi? Hvat annað restar í? Hugsa tær til, at hava hildið øll boðini frá barnaárum sínum. Tey munnu ikki vera mong, sum við hondini á hjartanum kunnu siga tað sama. Alt sær bara gott út, bæði andaliga og tímiliga, halda mong.

 

Men ríkidømið og tað góða lívið vóru ikki nóg mikið fyri henda mann, har var okkurt, sum restaði í. Og tað samsvarar eisini við tað, sum Jesus sá, tí Jesus segði: ”Eitt vantar tær.”

 

Kanska mong undrast á tað, sum Jesus nú krevur av manninum. Var tað neyðugt at fara so ógvisliga til verka? Er nakað skeivt í tí at vera ríkur og hava tað gott? Nei, tað meinar Jesus ikki. Men tá ið Jesus sær, at ríkidømið verður ein forðan millum Gud og okkum, tá verður tað skeivt. Og tað var tað, sum Jesus sá í hesum førinum.

 

Jesus kallar hann at fara frá øllum og fylgja sær eins og teir fyrstu lærusveinarnir. Hetta boðið og tilboðið frá Jesus er meint akkurát, sum tað er sagt: ”Sel alla ogn tína og gev teimum fátæku.” Um hann nú ger tað fyri at fylgja Jesu kalli, verður hann millum tey fátæku, sum eiga himmiríkið.(Luk.6,20).

 

Men trúgvin og kærleikin hjá hesum manni vóru ov lítil at bera seg sjálvan sum offur til Guds, og alt, sum hann átti, til menniskju. Hann var ikki villigur at gerast ein fátækur Orðsins tænari, og tí gjørdist hann ein sorgarbundin ríkmaður. Jesus sigur: ”Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær.”

 

Hvat skulu vit so gera at fáa ævigt lív, spyrt tú so kanska. Jesus svarar: ”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. ” Jóh.3,16

 

Hevur tú fingið greitt spurningin um ævinleikan? Kanska hevur tað skund…
Major Ingrid Johnsen. ”Krigsropet”. E.Campbell