Tað størsta av øllum undurum
”Tá ið lærusveinarnir hetta hoyrdu, vórðu teir ógvuliga óttafullir og
søgdu: »Hvør kann tá verða frelstur?« Men Jesus hugdi upp á teir og segði
við teir: »Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Guði er alt gjørligt.« ”
Matt.19,25-26
Ein lærari spurdi einaferð sínar næmingar. ”Hvat av Jesu mongum undurum halda tit er tað størsta?”
Hann fekk fleiri svør:
Ein helt, at Jesus gjørdi tað størsta undurið í oyðimørkini, tá hann metttaði 5.000 fólk med 5 breyðum og 2 smáfiskar.
Ein annar helt, at tað størsta undurið var, tá Jesus slættaði vatnið í óveðrinum og gav stormin og aldurnar um at leggja seg, so at tað gjørdist blikalogn.
Ein triði helt, at tað mest merkisverda og hansara størsta undur mátti vera, tá Lazarus varð vaktur upp frá deyðum og gjørdist livandi.
So gjørdist alt kvirt eina góða løtu, til ein av minstu dreingjunum reisti sína hond upp.
”Ná, hvat heldur so tú, um hvat er tað størsta?” spurdi lærarin.
”At Jesus tók ein ránsmann við sær inn í Paradis.”
E.Campbell umsetti