Tað, vit longu hava í Jesusi Kristi
”Hann svaraði: »Óttast ikki, tí at teir, ið við okkum eru, eru fleiri enn teir, ið eru við teimum!« Tá fór Elisa at biðja og mælti: »Harri, lat eygu hans upp, so hann sær!« Og Harrin læt eygu sveinsins upp, og tá sá hann fjallið avtakið við eldhestum og eldvagnum kring um Elisa. ”
2.Kongabók 6,15-17
Thomas Åleskjær
Í 2. Kongabók 6,15–17 lesa vit um profetin Elisa. Hann verður eisini í hesum tekstinum kallaður Gudsmaðurin. Tá ið tænarin morgunin eftir sær ein stóran her, sum hevði kringsett býin, spurdi hann Elisa, hvat ið teir skuldu gera.
Í v. 17 biður Elisa Harran lata eyguni á tænaranum upp, so hann kundi síggja. Tá ið Harrin læt eyguni á dronginum upp, sá hann, at fjallið var fult av eldhestum og eldvognum.
Elisa var ein vandur og royndur profetur. Hann sá óttan og ráðaloysi í eygunum á dronginum. Elisa biður ikki Gud taka óttan burtur. Alt, sum Elisa biður um, er, at Gud skal lata eyguni í dronginum upp, so hann kann síggja. Tað sama biður Paulus fyri meinigheitini í Efesus, í Ef. 1,17–19, har hann biður Gud geva teimum vísdóms og opinberingar anda, so at tey læra at kenna Gud.
Tað áhugaverda er, at hjálpin úr himli ikki kemur, eftir at hann bað. Einki nýtt hendi í umstøðunum sum ein avleiðing av, at teir róptu til Guds. Guds trúfesti var hvørki størri ella minni, tá ið eyguni á dronginum lótust upp.
Tað einasta, sum hendi, var, at drongurin sá eldvognarnar og hestarnar, sum alla tíðina høvdu verið har. Brádliga sá hann tað, og tað stimbraði hansara mót. Fyri onkran, sum í dag rópar til Guds og biður hann broyta støðuna, vil Gud lata eyguni upp, so tey síggja, hvat ið tey longu hava.
Gud hevur ikki vitjanartíð. Hann hevur opið alt samdøgrið.
Effie Campbell umsetti