Tæna Gudi nátt og dag
”og hevði nú sitið einkja fram at fýra og áttati ára aldri. Hon veik ikki úr halgidóminum, og tænaði Guði við føstu og bønahaldi nátt og dag. ”
Luk.2,37
Hesi orðini verða søgd um profetakvinnuna, Anna Fanuelsdóttir, – hana, sum í halgidóminum fær eyga á Jesus tann dagin, hann varð framborin og umskorin. Kunnu hesi somu orð verða søgd um meg og teg, sum kenna halgidóm Harrans, og sum hava lært um bønahald og føstu. Eru vit støðugt á halgidóminum? Tæna vit Gudi nátt og dag við føstu og bøn?
Hin kristna kirkjan hevur gjøgnum allar tíðir havt hesa almennu føstutíðina frá fastalávint til páskir. Í hesi tíð varð livað avhaldandi bæði í mati og í stuttleikum. Henda føstutíðin er nú hjá okkum mest bert eitt navn. Men Guds orð eggjar okkum til føstu og bøn. Hesi bæði hoyra saman.
Jesus sigur um teir illu andarnar, at tað slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu. Og tá ið Paulus á ferðum sínum fór frá einum kirkjuliði, læt hann tey við føstu og bønagerð til Harrans, sum tey trúðu á.
Hvørt eitt kirkjulið sum heild og ikki minst hvørt eitt menniskja fyri seg eigur at tæna Harranum nátt og dag við føstu og bøn alt árið – alt lívið.
Illir andar av ymiskum slag lúra eftir okkum.
Teir kann bert Jesus reka út, og hann kann bert gera tað, um vit sjálvi vilja fasta og biðja, og um vit av heilum huga vilja avnokta alt tað, sum upptekur hug og tíð okkara – avnokta tað, sum fær gudslív okkara at vikna og verða misrøkt – avnokta tað, sum ger Jesus kámari og fjarari fyri okkum.
Menniskjum hava ofta tókt føstutíðina sum eina knógvandi byrðu, og tí hildu tey føstuinngang við veitslum, áti og stuttleikum sum aldri fyrr, tí nú kom hin álvarsama føstan. Tey hildu karneval, ið merkir: farvæl kjøt!
Ert tú við í hesum veitslum enn? Ella gleðist tú til føstutíðina fyri at hoyra um og minnast á Jesus, sum leið deyðan fyri teg, og luttekur tú í føstugudstænastuni fyri at takka honum fyri, at hann vann tær ævigt lív?
Lat okkum fasta og biðja!
n.