Tær meinslaðu hendurnar

”Tí at tit eru keyptir dýrt. Ærið tí Guð í likami tykkara! ”
1.Kor.6,20

Tú vaknaði kanska í morgun við eini undarligt tómari kenslu av, at tað heila er tað bera pinnabrenni, og tú sjálvur allarmest. Einki hevur nakað sum helst virði! Tað hendir av og á hjá okkum, hjá summum er tað vanligur morgundrykkur.

So er tað vist júst hesi heilsan úr fyrra Korintbrævi, tú hevur brúk fyri.

”Einki virði,” segði tú. Jú vist – eitt óendaligt virði! – So stórt, at Jesus bløddi, til seinasta dropan, júst fyri at ogna sær tað virði, tú ert! Og tað, sum hann metir dýrabart, mugu vit ikki rokna lítið.

Lat okkum so royna at lurta okkum inn til hetta orðið eina løtu.

”Tú ert keyptur dýrt”. Keyptur – so hevur hann altso goldið fyri teg. Og nakað, sum er goldið, kanst tú aldri skylda! So stendur tú jú sum hin skuldafríi! – So er tað einki, sum skilir millum teg og Gud! – Eingin syndin í tínum lívi, sum kann vitna ímóti tær á tí degi, tá ið bøkur verða latnar upp. Hann, sum keypti teg, vil leggja hond sína á ta síðuna, sum ber títt navn. So sær Gud einki – einki uttan Jesu hond, har hann sjálvur skrivaði tað, ta ferðina, tá ið tú tókst móti frelsaragávu hansara í trúgv: hann/hon er mín!

Og hevur hann goldið fyri teg, so ert tú hansara ogn. Hansara, hvat so møtir tær, og hvat tú so kanst koma at missa.

Hetta kanst tú aldri missa: eg eri hansara!

Tí hann hevur keypt teg og goldið alt tað, barnarætturin hjá Gudi kostar. – Tað kann eingin og einki pilka við – sjálvt ikki deyðin, sum annars pilkar við alt. Eisini ta løtuna ert tú ikki deyðans, men hansara!

Hevur hann goldið fyri teg, so eigur hann eisini og hevur rættin til títt lív. Alt lív uttan Gud er stolið lív.

Tað liggur í hesum: ”Ærið Gud í likami tykkara!” – t.e.: í øllum tí, tú ert, livir og gert, tí tað er hansara. Hann hevur goldið fyri tað. Tað kostaði honum so nógv.

Kristni indarin, Sadhu Sundar Sing, sum hvarv sporleyst á trúboðaraferð í Tibet, skrivar um tveir unglingar, ið spældu um pengar. Tað var hørð revsing fyri slíkt. Tað vardi heldur ikki leingi, so havnaðu báðir í geglinum og har máttu teir so verða, til ein stór bót var goldin.

Annar hevði múgvandi foreldur, men hin ongan at gjalda fyri seg. Tá setti mamman sær fyri at fáa bótina til vega við at átaka sær alt arbeiði, hon kundi fáa fatur í, sjálvt tað at dragsa grót. Og hendur hennara blivu hareftir.

Men ein dagin var so bótin goldin og drongurin leysur.

Tá ið so vinmaðurin seinni aftur bar pengaspæl upp á mál, svaraði unglingi okkara: ”Eg spæli ongantíð aftur eitt spæl, sum meinslaðu hendurnar á mammu míni!”

Tá ið freistarin so kemur, hygg tá at teimum meinslaðu hondunum fyrst! Tær ikki bert bera. Tær verja eisini!
J.Weihe