Taka jólini tær fast?

„Vanvirdur var hann, skýggjaður av fólki, harmamaður, royndur í sjúkdómum, líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri, vanvirdur, og vit mettu hann fyri einki; “
Jes. 53,3

 

“ … Harmamaður, royndur í sjúkdómum…”
Jólini kunnu taka fast, um tú hevur mist ein, tú elskar. Fyrr gleddist tú á hesi høgtíð; men nú minnir hon teg á alt tað, tú hevur mist. Tað er eingin uppskrift, sum við einum undurverki kann taka sorgina burtur. Sorg er ein tilgongd, sum tú noyðist ígjøgnum, og hon tekur tíð. Her eru nøkur persónlig hugskot, sum kanska kunnu hjálpa:

1. Royn at seta alt í rætt høpi: Jólini eru bara tveir dagar burtur úr 365. Tú megnar hvat sum helst í tvey samdøgur, tí Gud hevur lovað, at “sum dagar tínir eru, skal tín styrki vera!” Á donskum ljóðar tað: “Tín lívskraft skal vara, so leingi tú livir.” 5. Mós. 33,25.

 

2. Vita, um tað ikki man vera eitt húski, sum tørvar hjálp, ella ein granni, sum hevði gleðst, um onkur stakk inn á gólvið ein tíma. Tað er ringt at rætta hondina út til onnur menniskju – men tað grøðir!

 

3. Tú mást ikki halda, at øll onnur hava eini undurfull jól, og at tú ert hin einasti, sum stríðist. Í roynd og veru er tað so, at sjálvt fyri kristin, verða jólini køvd av gávukapping og undirhaldi. Hví heldur tú, at tað lætnar hjá okkum øllum, tá ið høgtíðin er av?

 

4. Halt ikki fast um gamlar siðir, um tú gerst keddur. Skapa nýggjar siðir, sum geva tær gleði nú – kanska fert tú at halda á við teimum tey komandi árini.

 

5. Um jólini taka tær dygt og fast í ár, er ein bøn her, sum tú kanst biðja: “Harri, tú veitst, hvussu eg havi tað hesa høgtíð, tí tú kennir til líðingar og sorg. Grøð mítt hjarta og fyll tómrúmið. Eg biði teg vera enn veruligari í lívi mínum enn alt jólastákið, sum fer fram uttan um meg. Hjálp mær at finna teg – og ger hesi jól til eina heilt nýggja uppliving. Amen.”
“… et Ord til Dagen”. E. Campbell umsetti