Tann lagaliga løtan
”Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir, so at tit keypa hina lagaligu stundina, tí at dagarnir eru vándir. Verið tí ikki óskynsamir, men skiljið, hvat Harrans vilji er! ”
Ef.5,15-17
Einastaðni í heiminum sat fyri nøkrum árum síðani ein maður og las eina grein um Albert Schweitzer. Hann var 37 ára gamal og hevði alt, sum vit meta sum neyðugt: familju, pening og virðing. Hann kundi havt lagt arbeiðið frá sær og bara notið lívið. Men tá ið hann hevði lisið greinina um mannin í Mið-Europa, sum fór frá allari yvirflóðini og virðingini fyri at seta seg niður í Afrika, fór eitt hugskot at virka í huga hansara. Hann fór at lesa alt, sum hann kundi fáa hendur á um henda gátuføra mannin úr Lambarena. So kom dagurin, tá ið hann tók sína avgerð.
”Eg haldi, eg fari at lesa medisin,” segði hann við konu sína, ”so seta vit okkum niður onkustaðni, har tørvur er á einum góðum lækna.” Í dag starvast hann í einum sjúkuherjaðum øki á Haiti á einum sjúkrahúsi, sum er bygt fyri hansara egnu pengar. Og alt hetta hendi, tí hann tordi at taka eina avgerð.
Túsundtals onnur lósu somu grein, men løgdu hana frá sær. Nøkur takka óivað Gudi fyri, at tað var onkur, sum tók krossin upp fyri at fylgja Jesusi eftir. Men fyri William Mellon gjørdist hetta ein veking, eitt slør var drigið til síðis.
Trúarinnar eygu vórðu latin upp. Gud gjørdi sítt; hann vakti ein mann. Men so stóð tað til mannin at fara til verka.
Um tað er satt, at umvending byrjar við eini veking, so er tað eisini satt, at hon heldur fram við eini avgerð.
Heilagi Andin vekir okkum, og so stendur tað til okkum at taka avgerðina. Vit kunnu siga: ja. Vit kunnu siga: nei. Vit kunnu siga: ”Eg veit ikki” og yppa øksl. Hvat ið spyrst burturúr, verður alt eftir svarinum, vit geva. Og bert við persónligum avgerðum kann umvendingin liva víðari í lívi okkara.
”Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir, so at tit keypa hina lagaligu stundina,” skrivar Paulus til tey kristnu í Efesus. Vit skulu nýta hina lagaligu stundina.
Mangan hugsi eg um teir menninar, sum fingu eitt kall frá Jesusi í Galileu fyri tvey túsund árum síðani. Einfalt sær tað út, tá ið vit lesa um teir; men mundu teir ikki ivast stórliga, sum so mangur, ið hevur merkt kallið upp gjøgnum tíðirnar. Hvør ynskir at missa lívið? Ella hvør, sum so nøkurlunda hevur sítt fulla skil, vil taka krossin upp?
Tey flestu av okkum, sum vóru undir kristnari ávirkan, komu á kósina eftir skákvegnum. Tíðliga varð hon sett, men har kom ymiskt á okkara leið, sum kámaði málið, til vit ein dag tóku eina fasta avgerð. Kanska veitst tú ikki nær. Kanska var hetta samansett av mongum smáum avgerðum. Tað, sum umræður, er, at tú ert á veg móti málinum – tí æviga.
Gev mær títt eyma kærleikssinn
um sort og harm í verð!
Leið meg í pínslu tína inn,
meg styrk, meg ídnan ger.
Meg síggja lat við tínum brá
hvørt fólk, tú lív og mark latst fá
og tola heimsins neyðarstand
fast lítandi at tær, Guds lamb,
til deyðans dag
í treystum tolnum lag.