Tann tíðarleysi boðskapurin
”Soleiðis eri eg eisini fyri mín part fúsur til at boða gleðiboðskapin eisini fyri tykkum, sum eru í Róm. ”
Róm.1,15
Ein prestur sigur frá eini vitjan hjá eini gamlari konu fyri nøkrum árum síðani:
Trupult var at práta við hana, tí hon hoyrdi so illa. Tá ið eg skilti, at hon var ikki illa fyri fíggjarliga, spurdi eg hana varisliga, um hon ikki kundi hugsað sær at roynt eitt av hesum nýggju hoyriapparatunum? Tá hugdi hon eina løtu upp á meg undrandi um alt hetta nýggja, ið fram er komið: ”Havi eg ikki hoyrt nóg mikið?” Eg skilti hana.
Óivað hugsaði hon um alt hetta tíðarspillandi prátið um alt og øll, tá ið fólk støkka inn á gólvið hjá eldri fólki. Tos um veður og prísir, um sjúku og skeivleikar, um ferðslu og politikk. Hon helt seg hava hoyrt nóg mikið.
Stundum hoyrir tú fólk, sum enntá hava nógvar royndir, siga, at okkum nýtist ikki at hoyra somu frásagnirnar úr evangeliunum ferð eftir ferð. Tørvar okkum at halda á við at lesa Bíbliuna? Er neyðugt at koma at hoyra henda sama boðskapin viku eftir viku, ár eftir ár? Tá ið vit nú einaferð hava lært hetta, hoyrt tað og góðtikið tað, nýtist okkum so at terpa tað umaftur og umaftur? Er nøkur meining í at boða gleðiboðskapin fyri øllum teimum, sum longu trúgva?
Paulus helt tað vera neyðugt.
Til kirkjuliðið í Rom skrivar hann einastaðni: ”Soleiðis eri eg eisini fyri mín part fúsur til at boða gleðiboðskapin eisini fyri tykkum, sum eru í Róm. ”
Boðskapurin, sum er fjaldur millum báðar permurnar í Bíbliuni er ikki ein lestrarsetningur, sum vit skulu náa at lesa ígjøgnum upp á ávísa tíð og síðani fara til próvtøku í. Hesin boðskapur møtir tær gjøgnum boðanina, og tað er við virkin at lurta eftir boðskapinum, at tú kanst ogna tær trúarinnar gávu. Og hevur tú tikið ímóti hesi gávu, verður hon sum eitt ríkidømi, sum nærum veksur av sær sjálvum, um tað fær føðslu gjøgnum Bíbliunnar boðskap.
Ikki nýtist okkum at stúra fyri, at Bíblian onki hevur at siga nútíðarmenniskjum. Tá ið kendi Bíbliutýðarin J. B. Phillips fór undir at geva Ápostlasøguni eitt nútíðarmál, kom hann við hesi sammetingini: ”Eg føldi meg sum ein elektrikara, ið er komin inn í eini gomul hús at umleggja elveitingina, men sum ikki fær sløkt streymin.” Stoytur fór gjøgnum hendur hansara. Neistar fóru millum leiðingarnar.
– Streymur var í teim gomlu kapitlunum og ørindunum. Ongin av okkum fær nakrantíð hoyrt nóg mikið. Men bið um ljós og vegleiðing Heilaga Andans, so kann henda, at eisini tú fært trupult við at sløkkja streymin. Og tá fert tú at vera æviga takksamur.
Sig mær ta gomlu søgu,
sum gleðir sál og sinn,
um Jesus og hans kærleik,
í hjartað syng tað inn.
Eins og við børn tú talar,
tú tala so við meg,
so syndasærda sálin,
kann gjølla skilja teg.