Tey 4 húsini
Tá írin Leonard B. Mullan, sum seinni gjørdist trúboðari í Japan, varð giftur, helt hr. Craig taluna. Hann tosaði um tey 4 húsini í Gamla Testamenti.
1
Tað blóðsmurda húsið: „Blóðið skal vera tykkum tekin á teimum húsum, sum tit eru í, og tá ið eg síggi blóðið, skal eg fara um tykkum, so at plágan ikki meinar tykkum, tá ið eg slái Egyptaland. “ 2.Mós.12
2
Tað heilaga húsið: „… eg og hús mítt vilja tæna Harranum!« “ Jós. 24,15
3
Tað væl skipaða húsið: Hann umrøddi Ábraham, sum sat í tjaldhurðini sum harrin í húsinum og um Sáru, sum var inni í tjaldinum. 1.Mós.18
4
Tað signaða húsið: „… og Harrin vælsignaði Óbed-Edóm og alt hús hansara… vegna Guðs ørk “ 2.Sám.6
Soleiðis sigur ord Guds: „Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva; um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir. “ Sálm.127,1
Jesus umtalaði eisini líknilsið um tey tvey húsini. Hin eini maðurin bygdi hús sítt á sand, og tá so regnið kom, so skolaði sandurin eisini burtur og sjálvandi fall húsið. Hin maðurin bygdi sítt hús á klettagrund og regnið kundi ikki skola klettin burtur. Húsið stóð tí trygt og gott.
Hetta er ein mynd uppá okkara lív. Hin vísi byggir lívsins hús sítt á klettin, Kristus, og hann skal fáa lívið í allar ævir, sama hvat annars hendir honum her í lívinum, tí eins og ein kinverskur trúboðari einaferð tók til: „Í hesum landi taka teir lív, men teir kunnu aldri taka sjálvt LÍVIГ
E.Campbell