Teymahald
”Tí at vit snáva allir í mongum lutum; um einhvør ikki snávar í talu, tá er hann ein fullkomin maður, sum er førur fyri at hava teymahald eisini á øllum likaminum. ”
Ják.3,2
Vit vita, at vit eiga ikki at siga falskan vitnisburð um næsta okkara, tí hetta er ikki bert honum til skaða, men eisini dregur hetta okkum sjálv niður í eitt óveruligt menniskjalív, sum ger, at samborgarar okkara koma at vanvirða okkum; og so er hetta synd ímóti Gudi og Faðir okkara, Honum sum elskar okkum øll, og ímóti Frelsara okkara, Jesusi Kristi, sum leið eins nógv á krossinum fyri okkum, sum fyri næsta okkara. Vit og næsti okkara eru brøður í Jesu eygum.
Tí eiga vit at vera ansin í talu okkara. Tað er ikki nóg mikið, at vit ikki siga falskan vitnisburð, men áðrenn vit sum heild siga nakað um nakran, eiga vit at kanna eftir, um hetta er til bata fyri næstan. Tykist tað ikki at verða, eiga vit heldur at tiga.
Í hvørjum av okkum er nakað av ringum og nakað av góðum. Eru vit Guds børn, eigur tað góða at sigra í okkum og at bera ávøkst millum menniskju – eisini tá ið talan er um orð og talu okkara. Ber ikki til við talu okkara at gagna næsta okkara, kunnu vit hjálpa honum við at tiga.
Nærri vit koma til Guds við bøn og lívi okkara sum heild, betur fáa vit eisini lært at hava teymahald á tungu okkara og soleiðis á øllum likaminum.
Arabarar siga: ”Hitt stóra goymslurúmið hjá tunguni er hjartað”.
Í Hjartanum stendur bardagin millum gott og ilt. Og vinnur hin illa talan hjá okkum, hvussu verður so vorðið við vitnisburði okkara um Jesus?
Mugu vit tá ikki við tungu okkara gera skaða í Guds víngarði?
Um hetta sigur Jákup ápostulin: ”Úr sama munni koma signing og banning. Hetta eigur ikki at vera so, brøður mínir. ” Ják.3,10
Lat okkum hava teymahald á tungu okkara.