Tí hon var blind
”Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki av óhugi ella av neyð; tí at Guð elskar glaðan gevara. ”
2.Kor.9,7
Fyri nógvum árum síðani, tá petroliumslampur enn vórðu nýttar, legði ein blind kvinna einaferð 27 kr í kirkjutalvuna.
”Tygum kunnu ikki geva so nógv,” segði maðurin, ið sendi talvuna runt.
”Jú, tað kann eg,” svaraði kvinnan aftur, og tá maðurin mátti vita, hvussu tað bar til, at hon gav so nógv, svaraði hon:
”Eg eri blind. Eg spurdi mínar trúarfelagar, hvussu nógvar pengar tey høvdu nýtt í petrolium til teirra lampur upp á eitt ár, tí tað var ov myrkt fyri tey at arbeiða um kvøldarnar uttan ljós. Tey høvdu tá roknað seg fram til eina upphædd upp á umleið 27 kr. Altso spari eg 27 kr um árið, av tí at eg eri blind og tískil nýtist mær ikki pengar at keypa petrolium fyri. Hesar pengar vil eg heldur nýta til at breiða út ljós Guds til tey ymsu myrku heidningalondini í hesum heimi.
E.Campbell umsetti