Tíggjund
”Tú skalt vandaliga geva tíggjund av øllum gróðri tínum, sum sprettur av jørðini ár undan ári. ”
5.Mós.14,22
”Eiga vit at geva tíggjund?” er ein spurningur, sum tey seta sær, sum ynskja at fylgja Harrans avgerðum. Vit finna skjótt svarið, tá vit lesa partar av Bíbliuni, har tíggjundin verður nevnd, og vit síggja, at hon er knýtt til lyfti um signing fyri tey, ið taka hana í álvara.
Tað er vanligt at hugsa, at tíggjundin ikki verður nýtt, fyrr enn ísraelska fólkið fekk lógina, og tí er hon ikki í gildi longur í okkara evangelisku tíð; men tíggjundin varð givin langt undan lógini á Sinai varð sett í gildi.
Tað var longu fleiri øldir áðrenn lógina, at Ábraham gav tíggjund til Melkizedek, ”prestur hins hægsta Guðs, …” Í 1.Mós.14,18-21 lesa vit um hátíðarliga møtið millum Ábraham og kongin av Sjálem, Melkizedek, har kongurin kemur út við breyði og víni og signaði Ábraham. Frásøgnin endar við, at ”… Ábram gav honum tíggjund av øllum.” Seinni í 1.Mós.28,22 hoyra vit um Jákup, sum lovaði at geva Gudi tíggjund, ”… og av øllum, ið tú veitir mær, skal eg geva tær tíggjund.”
Tá Harrin á Sinai talaði til Móses, ljóðaði hetta: ”Øll tíggjund av jørð, bæði av korni og aldini hoyrir Harranum til og er halgað honum. ” og ”Viðvíkjandi allari tíggjund av neytum og seyðum og øllum, sum fer undir hirðastavinum, skal tíggjunda hvørt djór verða halgað Harranum. ” 3.Mós.27,30 og 32
Gev tykkum far um orðini: ”Øll tíggjund … hoyrir Harranum til” Tað er altso hvørki tú ella eg, ið eigur hana, tí Orðið sigur, at hon hoyrir Harranum til.
Tað er álvarsligt at afturhalda tíggjundina, tí Orð Guds sigur, at um vit gera tað, so eru vit at rokna sum teiparar, ”Eigur maður at teipa Guð? Av sonnum tit teipa meg! og so spyrja tit: Við hvørjum hava vit teipað teg? Við tíggjundini og offuravskurðinum…. Berið alla tíggjundina í goymsluhúsið, so at føðsla verður í húsi mínum, og roynið meg við hesum, sigur Harri herliðanna, um eg ikki tá lati tykkum himinsins lokur upp og ríkliga helli út signing yvir tykkum. ” Mal.3,8
At Jesus viðurkendi tíggjundina sæst eitt nú av orðunum, hann segði við fariseararnar, ið vóru so vandaligir viðvíkjandi hesi lóg, at teir harumframt eisini góvu vanligar urtir sum dild og kumman. Jesus segði, at hetta ”átti” at verið gjørt. Við øðrum orðum viðurkendi hann lógina um tíggjund og flutti tískil hana frá gamla sáttmálanum til hin nýggja sáttmálan. Matt.23,23.
Ein maður greiddi frá, hvussu Harrin hevði signað virki hansara so, at tíggjund hansara sum frá leið var vorðin til eina stóra peningaupphædd. Ein rødd teskaði honum inn í oyra hans: ”Tú gevur alt ov mikið.” Tá byrjaði hann at halda ein part av tíggjundini aftur, og ikki vardi leingi fyrr enn virki hansara fór av knóranum, og hann misti alt, hann átti. Hann og kona hansara tosaðu saman og funnu orsøkina til hetta. Tað mátti vera tíggjundin.
Hann vendi aftur til guds og viðgekk sína synd og gav frá tí degi tað, ið hoyrdi Harranum til og tá byrjaði aftur at ganga framá fyri hann og Guds ríka signing var yvir arbeiði hansara.
E.Campbell umsetti