Tríggir pakkar av trúgv
Um lærusveinarnir ikki fóru avstað aftur og settu gørnini útaftur, tá Jesus bað teir, høvdu teir so upplivað, at teirra bátur, og aðrir við, vórðu ovfylt við fiski?
Um herhøvdingin Náaman ikki gjørdi sum profeturin segði, og fór undir kav sjey ferðir í ánni Jordan, hevði hann so upplivað at blivið grøddur frá sínari sjúku?
Um Gideon við sínum 300 hermonnum ikki valdi at fara í hernað ímóti Midianitunum og Ámalekitunum við sínum fleiri tíggjutúsundtals hermonnum, hevði hann so upplivað at sigrað á undurfullan hátt, tá Guð annars hevði lovað at vera við honum?
Um Pætur ikki fór út úr bátinum og byrjaði at ganga á vatninum, tá Jesus bað hann koma, hevði hann so upplivað, at hann faktiskt kundi ganga á vatninum?
Eins og vit, stríddust hesir persónar mangan við iva, men teir fylgdu hóast tað Harrans kalli og upplivdu undrið henda!
Ofta kann tað tykjast, sum um vit krevja trúnna uppá forskot. Sum um at vit ímynda okkum, at vit kunnu keypa ella savna trúnna í pakkum. Leggja inn undir okkum. Vit vilja fyrst kenna trúarvissuna, áðrenn vit hava tikið fyrsta stigið.
Men ferð eftir ferð síggja vit í Bíbliuni, at Jesus eggjaði menniskjum til at taka eitt stig í trúgv og síðani uppliva, at undrið hendi.
Trúarstigið sá ikki altíð so stórt út: Tá Jesus grøddi ein blindan mann, vildi Jesus bert fyrst fáa mannin at seta orð á sín tørv – at hann ynskti sjónina aftur.
Emilie Thorup (1891) lýsir ógvuliga væl trúnna í einum av sangum sínum (Ms 502):
– At trúgva er at níga við krossins dýra fót, við syndaiðran stíga vár Harra Krist ímót.
– At trúgva er at selja sín egna stórleika, og náðarklettin velja – tann dýra frelsara.
– At trúgva er at grunda sítt lív á Harrans orð;
– At trúgva er at hvíla og líta á hans verk, at deyða kunna smíla, í sorgum vera sterk.
– At trúgva er at halda í hendur frelsarans og lata andan valda á leið til himnalands.
Men uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast honum; tí at tann, sum kemur fram fyri Gud, eigur at trúgva, at hann er til, og at hann lønar teimum, sum leita til hansara. (Hebr 11,6)