Troyttast ikki at biðja
”Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: »Hvussu mangir bønarmenn hjá faðir mínum hava ikki yvirflóð av mati, men eg doyggi her í hungri! ”
Luk.15,17
”Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. ”
Matt. 7,7.
Í einari stórari kirkju stóð ein prestur á prædikastólinum og skuldi júst enda prædiku sína. Hann hevði talað um hin burturvilsta sonin og heimkomu hansara. Brádliga var tað, sum segði ein rødd við hann: “Ger boðskapin persónligan, spyr, um onkur er her, sum ynskir at taka ímóti Jesusi.”
Prestur gjørdi nú tað, sum hann ongantíð fyrr hevði gjørt í hesi nýmótans kirkjuni. Hann segði: “Latið okkum boyggja høvur í bøn, og skuldi tað borist á, at onkur er inni her, sum er móður av at liva í synd og tí ynskir forbøn, so kanst tú lyfta hondina upp.”
Tøgn var í kirkjuni. Men ein ungur maður, sum í somu løtu var komin inn og hevði sett seg á aftasta bonk, hevði hondina á lofti og segði grátandi: “Biðið fyri mær, prestur, eg eri sjúkur og móður av syndini.”
Prestur bað fyri hesum unga manni, og tá ið gudstænastan var liðug, kvikaði hann sær oman at tosa við hann. Av nýggjum hoyrdi hann eina frásøgn um ein son, sum var farin heimanífrá fyri at liva eitt lív í synd.
Prestur bað nú fyri hesum unga manni og leiddi hann til Jesus. Síðani ráddi hann honum til at skriva til foreldur síni og siga teimum, hvat ið hann nú hevði gjørt. Tað gjørdi hesin ungi maður. Tá ið hann nakað seinni fekk svar upp á bræv sítt, var tað við skelvandi hondum, hann læt tað upp. Hvat mundu foreldur hansara skriva?
“Mín kæri sonur! Tann stóra gleðin, sum bræv títt bar heimi okkara og hjørtum okkara, bleiv bert kámað av teirri sorg, sum stutt frammanundan hevði rakt okkum. So vítt sum vit duga at síggja, doyði pápi tín sama dag og tíma, sum tú tókst ímóti Jesusi. Allan dagin hevði pápi tín blakað seg so friðleysur aftur og fram í songini, og ferð eftir ferð hevði bønin: “Á, Gud! Frels í dag mín burturvilsta son, sum drekkur so illa,” ljóðað frá veiku vørrum hansara. Beint áðrenn hann dró andan síðstu ferð, segði hann: “Á, Gud! Frels …” og so fór hann inn í ævinleikan at vera saman við Jesusi.”
Máttu tað verið fleiri sum hesin pápin, sum bóðu uttan at troyttast.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

