Trúgv á gleðiboðskapin
Hvat er gleðiboðskapurin? Óvissa ræður í hesum máli, av tí at summi leggja okkurt afturat, og onnur draga okkurt frá. Vit mugu tí venda okkum til Bíbliuna at síggja, hvat ið hon heilt einfalt sigur um hetta. Í 1. Kor. 15,1-4 lesa vit:
”Men eg kunngeri tykkum, brøður, tann gleðiboðskapin, sum eg boðaði tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa fastir í, sum tit eisini verða frelstir við, um tit halda fast við orðið, sum eg boðaði tykkum gleðiboðskapin við, – uttan so skuldi verið, at tit hava trúð til einkis. Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, ”
Hetta er gleðiboðskapurin – hin gamli gleðiboðskapurin – boðskapurin um krossin og um blóðið, um Jesus Kristus, Guds son, sum doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. Róm. 5,8. Hetta er tann gleðiboðskapurin, tað evangeliið, sum frelsti Paulus og mong onnur í samtíð hansara. Tað hevur frelst menniskju upp gjøgnum slektirnar, og tað frelsir í dag, sum tað frelsti fyrr.
Latið okkum takka Faðirinum, av tí at hann gav sín einborna son, fyri at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast. Jóh. 3,16. Latið okkum takka Jesusi, av tí at hann doyði vegna syndir okkara og varð uppvaktur fyri rættvísgering okkara. Róm. 4,25. ”… hann íbirti frið við blóðinum á krossi hansara. ”
Kol. 1,20.
”og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin.” Kol. 2,14
Hin krossfesti, men upprisni Kristus livir, og vit fáa ævigt lív við at trúgva á hann. “Tann, sum hevur sonin, hevur lívið …” 1. Jóh. 5,12. Hava vit hann, skulu vit liva, sjálvt um vit doyggja. Jóh. 11,25.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

