Trúgv sum eitt sinopskorn

Skrivað: Monica-Mari Ziska

Jesus sigur í Matteus 17,20: “Tí at sanniliga sigi eg tykkum: um tit hava trúgv sum eitt sinopskorn, tá kunnu tit siga við hetta fjallið: “Flyt teg hiðani og hagar,” og tað skal flyta seg, og einki skal verða ógjørligt hjá tykkum”.

Kristin kunnu stríðast við hetta um at trúgva nóg mikið. Er mín trúgv nóg stór? Og ofta kann ein kenna seg einsamallan í hesum. Men tey flestu trúgvandi kenna seg aftur í hesum at hava kent, at trúgvin tykist so lítil, at trúarlívið er strævið og tungt, at tað, ein lesur í Bíbliuni, kennist bert sum tóm orð og so framvegis.

Um trúgvandi kenna seg aftur í hesum, hevur tað alstóran týdning, at ein ikki leitar víðari í sær sjálvum eftir einum svari, men vendir sær til Jesus og til lyftini í Bíbliu okkara. Tí tað er ikki trúgv okkara, sum hevur frelst okkum. Tað er Jesus, sum hevur frelst okkum undan øllum, hann hevur vunnið sigur á øllum. Vit skulu harafturímóti hvíla í hesum, eins og tað stendur í Rómverjabrævinum 8,15: “Tí at ikki fingu tit trældómsanda aftur til ræðslu, men tit fingu sonarættaranda, sum vit rópa í: Abba, faðir!”. Og í niðurlagnum í sangi nummar 685 í missónssangbókini stendur:

Jesus, Jesus, tú aleina,

tú ert vorðin alt for meg,

alt í himli og á foldum

eigi eg nú gjøgnum teg!

Takk Gud fyri frelsu tína.