Trúgv tí ella ei, men …

”Tjóvurin kemur ikki til annað enn at stjala og drepa og oyða; eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð. ”
Jóh.10,10

 

… Kristus er ikki nakað ævintýrskapilsi. Hann er ein livandi veruleiki. Nógvir søguligir persónar trinu fram á heimssøguliga pallin, men allir hesir máttu boyggja seg fyri deyðans miskunnarleysa veruleika. Kristus breyt leinkjur gravarinnar og sigraði á deyðanum. Hann livir í dag, ja júst nú…

… lívið uttan hann má verða eitt fátæksligt og ófullfíggjað lív. Tú ert skaptur til felagsskap við Hann. Eins og rætta elementið hjá fuglinum er at vera í luftini, eins og rætta umhvørvi fyri fiskin er at velta sær í váta elementinum, soleiðis er Gudsásetta elementið hjá menniskjanum at liva í felagsskapi við Hann, sum segði: ”Eg eri lívið.”

 

… lívið við Kristi er tað fullkomna lívið. Lívið við stóra L. ”… eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð. ” Jóh.10,10 Tað at vera kristin er altso ikki tað sama sum at hata lívið og vera myrkur, tungur og vera í iva.

Tvørturímóti, Kristus gevur lívinum eina nýggja glæmu og nýggja meining. Hann ger hin ólukkuliga fegnan – hin óglaða glaðan.

… Kristus er ikki goymdur handan himnanna ørgrynnu av stjørnum, klótum og sólskipanum. Hann er øllum nær, ið ákalla Hann. Tá tú gerst mótfallin og vónbrotin av menniskjum, tá myrku skuggar pínanna verða kastaðir inn yvir lív títt, tá sorg og vanlagna taka frá tær tína styrki og títt lívstreysti, tá bæði kann og vil hann hjálpa. Hann gevur tí troytta nýggja styrki og tí rædda og mótleysa nýtt dirvi.

Í einseminum í hesum heimi vil hann verða tín trúgvi vinur.
Í hesi øldini, har óttin ræður sum aldrin, ynskir hann at verða tín friður.

… hin størsta gávan, hann vil geva tær, tað er syndanna fyrigeving. Tað at vera ein kristin er at liva í syndafyrigevingarinnar ríki. Tú kanst ikki standa frammanfyri heilaga andliti Guds í egnum klæðum, um tað so er í fínasta veitslubúna, sum eru góðu gerningar tínir ella tað er í syndanna skitnu og plettutu pløggum. Bert ein einasti búni verður góðtikin av Gudi – Rættvísi búni Kristussar. Róm.5,1

… Kristus elskar øll. Hann hevur eingi yndisbørn og eingi stjúkbørn. Eingin verður rikin burtur frá honum. Gerningar hansara eru gjørdir fyri øll. Hendurnar, ið vórðu negldar til krossin undir ræðuligum umstøðum, tá hann fekk í lag sátt millum menniskjað og Gud, er ikki vovið saman av øði, men letur seg upp í kærleika móti tær. So bjóðar hann eisini tær, hvar tú enn er, inn í sítt ríki – og sigur: ”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.” Matt.11,28

Hevur tað tín áhuga at síggja, hvussu Gud fer við teimum, ið søkja Hann, so tak títt Nýggja Testamenti og les, Luk.15,11-32

Egil Eide, Shalom E. Campbell umsetti