Trúgvin
”tí at vit ganga í trúgv, ikki í skoðan.”
2.Kor.5,7
Orðið, trúgv, er ofta grund til misskiljingar. Mong eru tey, ið halda, at trúgv er eitt slag av kenslum, okkurt tey kenna og gleðast um. Trúgv er kortini ikki nakað, ið kann kennast, men heldur álit á Gudi.
Tað trupla fyri okkum menniskjur er, at vit vilja síggja og kenna heldur enn at taka Gud á orðið. Tað vit skoða við okkara eygum, er sjálvandi lætt at trúgva á, men tað er ikki tann trúgvin, Bíblian umtalar. Av tí, at Gudi ikki kann síggjast við okkara beru eygum, so er tað trupult hjá okkum at skilja Hann sum ein veruleika.
Vit vevja so lætt trúgv og kenslur saman og inn í hvørt annað, men tann trúgv, sum byggir á kenslur, er ikki trúgv.
Trúgvin lítur á lyfti Guds og roknar tey sum verandi sonn uttan at hanga seg í onnur viðurskifti, og um hon væntar at síggja ytri tekin, so verður hon aldri sterk. Tess meira avgjørd, trúarinnar fet eru, tess meir styrki kemur til sjóndar.
Trúgvin kann síggjast sum hægsta verjan fyri mannasálina og er ein lívsneyðug treyt fyri hana. Jákup skrivar ”Men hann biði í trúgv og ikki ivandi; tí at tann, sum ivast, er líkur eini sjóvaraldu, sum reisist og fer undan vindinum. ” Ják.1,6
Tað er kent, at tess sterkari trúgv eitt menniskjað hevur, tess lættari hevur tað við at vinna á trupulleikunum, tað møtir á vegnum, og kristna trúgvin hevur yvirnátúrlig evni til at sigra á teim freistingum, ið kunnu vísa seg.
Trúgvin er guddómlig, ein máttur inni í okkum, ið er okkum givin av Gudi. Fyri at kunna skilja vísindalig fyribrigdi, so er tað neyðugt, at heilin og vitskan virka, men fyri at trúgva tí guddómliga, so er tað neyðugt at hava álit á Gudi.
Trúgvin er júst hetta, at hon er vend móti tí, serkunnleikin ikki megnar, og tað er við trúnni, at vit verða sett í samband við ævigu viðurskiftini.
”Men eg kann ikki trúgva, uttan at Gud gevur mær trúnna,” siga nógv fólk. Tað er rætt, tí trúgvin kemur av, at orð Guds verður boðað. Hvar er tá feilurin? Kann tað ikki vera vantrúgv, sum forðar Heilaga Andanum at hjálpa okkum til at trúgva? Undur Guds eru allastaðni, men tað er upp til einkulta, um hann vil trúgva teimum. Tann friðurin, sum Jesus vann okkum á krossinum, verður okkara, um vit í trúarinnar góðvarni síggja, at tað er satt, tað Jesus gjørdi fyri okkum.
Einasti hátturin til at fáa trúnna til at vaksa, tað er at vísa enn meira trúgv, og vit mugu ikki gloyma tann avgerandi sannleika, at um vit bera okkum undan at trúgva, so kemur ivin og tekur plássið frá okkum har, ið trúgv og vón áttu at verið.
E.Campbell umsetti