Trygd
“Sælur er tann, sum situr í lívd hins hægsta, sum skjól sær søkir í skugga almáttugans, sum sigur til Harrans: »Høli mítt, borg mín, Guð mín, sum á eg líti!«”
Sálm. 91,1-2
Undir eini stórari vatnflóð hevði ein bóndi hildið tað verið neyðugt at flýggja á miðjari nátt við lítla sjey ára gamla soni sínum. Teir máttu vaða gjøgnum fossandi streymin, sum av og á kom upp undir háls á teimum. Komnir í øllum góðum til ein vinmann, sigur hesin við drongin: Hvussu gekst tær, Jákup, tú vart nakað bangin?
Nei, als ikki, svaraði Jákup við treysti, minst til, at pápi helt í míni hond alla tíðina, og hann vildi ikki latið meg druknað.
Munnu so nógv bangin og nervaveik menniskju nakrantíð hava verið á foldum, sum júst í okkara tíð? Hóast vælferð og teknisk hjálparamboð er tað ein royndur lutur, at sinnistrygdin hjá menniskjum verður minni og minni. Tí trygd er ikki nakað, sum fæst í gløsum á apotekinum, ella sum ein ella annar mirakullækni skrivar resept uppá. Trygdin verður til á heilt øðrum staði, nevniliga har, sum barnið lítur á faðir og móður, trygdin verður til har, sum álitið sprettur, og har ein hevur funnið ein, sum er sterkari enn ein sjálvur.
Sonn trygd verður bert til, har eitt menniskja hevur lagt lív sítt í Guds sterku hendur og av hjarta kann syngja: Um hann tekur, um hann gevur, sama hjartalag hann hevur.
Eydnusæla mannabarn, sum fann hesa leið, sum kennir friðin mitt í ófriði heimsins. Hvussu er við trygd tíni? Er hon grundað á egna megi tína og egnan vísdóm? Ella á Jesu kraft?
A.J