Tú ert fríur!

„Andi Harrans, drottins, er yvir mær, tí at hann hevur salvað meg til at bera fátækum gleðiboð, sent meg við heilsubót fyri sundurbrotin hjørtu, til at boða hertiknum og fjøtraðum loysn, “
Jes. 61,1

 

Undir seinna heimsbardaga vóru ein amerikanskur professari og ein bretskur hernaðarprestur fangar í einari týskari fangalegu. Professarin sat í tí amerikanska partinum, og bretin sat í tí bretska partinum í leguni.

 

Amerikumaðurin hevði bygt sær eitt radio, og hesir báðir vinmenninir møttust hvønn dag við hegnið at tosa um nýggjastu tíðindini. Teir tosaðu saman á gæliskum máli. Hetta er eitt gamalt mál, sum tosað verður uppi í skotska hálandinum, og fangavaktirnar skiltu ikki hetta málið.

Ein dagin hoyrdi professarin so, at týskarar høvdu yvirgivið seg tríggjar dagar frammanundan, og hann segði vini sínum hinumegin hegnið frá tí. Løtu seinni hoyrdist eitt sigursróp ensku megin.

 

Tað gingu enn nakrir dagar, áðrenn týskarar sjálvir fingu boðini; men tá ið boðini komu fram, flýddu týskarar og lótu øll portur standa ólæst. Amerikumenn og bretar gingu út saman sum fríir og frælsir menn.

Jesus segði, at hann kom at boða og lýsa frælsi fyri fangar. Jes. 61,1. Hetta eru góð tíðindi – Satan er ein sligin fíggindi. Tínar fongsulsdyr eru opnar. Títt frælsi bleiv vunnið á Golgata – tú skalt bara taka við tí, virka samsvarandi tí og gevast at bera teg at sum ein fangi.

 

Visti tú, at hin afrikanska impalan (ein antilopa) kann leypa 5 metrar høgt og 10 metrar langt? Og kortini halda menn hana innibyrgda í einum lítlum búri, sum er tvær ferðir tveir metrar. Hví? Tí hon torir ikki at leypa, tá ið hon ikki sær, hvar hon lendir.

 

Trúgv er evnini at leypa og líta á Gud, sjálvt um tú ikki sært, hvar tú lendir. Trúgvin letur dyr upp og loysir teg úr einum og hvørjum fongsli. Í dag hevur “sonurin loyst teg og sett teg í frælsi” – far tí nú út og virka samsvarandi tí!

“… er Ord til Dagen” E. Campbell umsetti