Tú hevur ein fígginda

„Tí at hetta eru ikki tóm orð fyri tykkum, heldur stendur lív tykkara í tí, og í tí stendur eisini, um tit skulu liva leingi í tí landi, sum tit nú halda inn í yvir Jórdan til tess at taka tað til ognar.« “
5Mós.32,47

 

Tú hevur ein fígginda, ið er sterkari enn allir heimsins herar tilsamans, ein fígginda, ið hevur knúst fleiri menniskju enn øll heimsins kríggj, ið hevur oytt fleiri heim enn tær allarstørstu kanónirnar og bumburnar, ein ið finnur offur síni millum ung, gomul, ólærd og lærd allastaðni, á skrivstovum, á verkstøðum, í kirkjum, í møtihøllum, á hotellum, í heimum, á gøtum, í bygdum ella býum, ið kemur við andaligum undurgangi, mannminkan og deyða, ið fjaldur lúrur og ger nógv av sínum arbeiði í tí dulda, og sum ofta hevur verið við tínar dyr og uttan iva kemur aftur.
Navnið á fígginda tínum er: Líkasælan
„Tí at hetta eru ikki tóm orð(Í donsku Bíbliuni stendur: „ikke nogen ligegyldig sag“) fyri tykkum, heldur stendur lív tykkara í tí, …“