Tú sum gongur í ljósinum

”Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.”
1.Jóh.1,7

 

”Tú, sum gongur í ljósinum, um bert tú visti, hvussu tað er at vera í myrkrinum…!”

Soleiðis sang ein blindur biddari, tá hann kom inn í bussin í dag, og tá hann so fekk nakrar smámyntir, takkaði hann fyri við orðunum: ”Gud vari teg frá at gerast blindur!”

Sangurin hjá hesum blinda biddaranum legði brádliga ein skugga á tey ferðandi í bussinum, tað var eitt neyðarróp úr tí djúpasta myrkrinum, eitt vónloysi so stórt, eitt ólukkuligt suff…!” Men hvat kundu ferðafólkini gera við tað?

Eina lítla stund seinni rungaði popptónleikurin gjøgnum hátalarnar í bussinum. Tann blindi og neyðarróp hansara var gloymt aftur. Hann mátti so sanniliga taka til takkar við smámyntunum og tað, hann fekk av uppmerksemi bert eina lítla løtu. Hesi ovbyrjaði fólkini høvdu jú annað at hugsa um, og bussurin koyrdi bert víðari!

Men í bussinum sat eg eftir í djúpum tonkum – var hesin blindi biddarin og serliga heilsan hansara kanska ein serlig heilsan til mín? Eitt neyðarróp um ikki at svíkja? Ein áminning um, at vit millum hesar fátæku biddarar møta tí persónifiseraða Frelsaranum, ið rættir út sínar tómu hendur mótvegis okkum, ið hava hendurnar fullar av so nógvum fullkomiliga týdningarleysum lutum? Frelsarin kallar, næsti okkara kallar – og hvat er so okkara svar?

”Gud vari teg frá at gerast blindur!” Ja, hetta er ikki bert ein gudrøkin bøn frá einum blindum biddara frá gøtuni, men hetta má vera dagliga bønin fyri hvørt eitt kristið menniskjað – ikki at vera blindur, men at síggja møguleikarnar nú og í dag og biðja um styrki og kærleika til at favna hesi – í Jesu navni!
L.M.F-bladet E. Campbell oversatte