Tungan og svørðið
”Tí at ein og hvør náttúra, bæði í djórum og fuglum, bæði í skriðkyktum og sjódjórum kann verða tamd og er vorðin tamd av mannanáttúruni; men tunguna kann eingin menniskja temja, hetta óflýggjaliga illa, fult av drepandi eitri. ”
Jak.3,7-8
Ein kinesisk halgisøga sigur frá, at tungan og svørðið bæði vóru komin í fangahús saman.
„Hvat hevur tú gjørt?“ spurdi tungan.
„Á,“ svaraði svørðið, „eg havi úthelt nógv blóð!“
„Bara tað,“ svaraði tungan, „er tað nakað at koma í fangahús fyri? Eg havi logið, spottað, baktalað, bannað, spilt tað góða orðið og navnið hjá menniskjum, brotið friðin og dripið kærleikan!“
Ja, tungan er ein lítil limur, men kann gera stóran skaða. Lesið, hvat ið skrivað stendur um tunguna í Jákups brævi, kapittul 3. Boyggj hjarta títt fyri honum, sum skapaði teg, og bið um náði at fáa tungu tína halgaða, so hon kann breiða út signing.
Effie Campbell umsetti.