Tvey kongaríkir

Skrivað: Dr. Kari Vo
Týtt: Ernst Súni Magnussen

Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum teimum, sum eru settir hátt, fyri at vit mega liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og sóma. Hetta er gott og tekkiligt fyri frelsara okkara, Guði, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan. Tí at ein er Guð, ein er eisini millumgongumaðurin millum Guðs og manna, maðurin Kristus Jesus, sum gav seg sjálvan sum loysigjald fyri øll; tað er vitnisburðurin á sínum tíma, og hann eri eg settur sum boðberi og ápostul fyri – eg sigi sannleika, eg ljúgvi ikki – sum lærari hjá heidningum í trúgv og sannleika. Timoteusarbrævið 2:1-7

Vit eiga at biðja fyri okkara leiðarum – tað lærir Bíblian. Vit biðja fyri okkara forseta (forsætisráðharra), okkara guvernøri (ríkisstjóra) og kongum, fyri kongresslimum (løgtingslimum), og borgarstjórum, og fyri øllum sum hava myndugleika yvir okkum. Paulus greiðir eisini frá, hví vit eiga at biðja – hann sigur “fyri at vit mega liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og sóma.” Hvat tosar hann um?

Tað sum Paulus fyrst og fremst hugsar um viðvíkjandi politikarum og stjórnini er einans eitt – at tey gera sítt arbeiði til lítar, so vit øll onnur kunnu gera okkara gerning væl, sum er at liva, sum tey ið fylgja Jesusi eftir. Og hvat merkir so tað? Tað kann merkja so nógv – t.d. at taka okkum av tørvinum hjá næsta okkara ella hjálpa teimum sum eru í neyð. Vitja tey sjúku, lurta eftir teimum sum eru einsamøll, biðja fyri teimum sum tørva hjálp. Siga øðrum frá um Jesus, sjálvt um tey ikki kenna hann enn. Geva av okkara tíð og peningi, um vit eiga nakað, so heimurin kann gerast eitt betri stað. Alt hetta gera vit, tí tað er tað, sum Guð vil, at vit skulu gera “fyri frelsara okkara, Guði, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan”.

Hettar merkir ikki, at kristin ikki kunnu vera virkin í politikki. Guð hevur kallað nøkur av okkum til slíkt arbeiði, júst sum hann kallar onnur at gera onnur arbeiði. Men tað merkir, at vit mugu seta ríki Hansara fyrst í okkara hjørtum og ikki lata okkum villeiða av vreiði, harðskapi ella framsøkni. Jesus segði : “Ríki mítt er ikki av hesum heimi” (Jóh. 18,36a), hóast hann ræður yvir øllum. Heilt avgjørt, hann doyði fyri at gera okkum til borgarar í Guðs ríki – har vit fara at liva í gleði og friði saman við okkara upprisna Kongi.

Vit liva í hesum heimi eins og Jesus gjørdi. Í heiminum, men ikki av heiminum. Vit elska tey, sum eru rundan um okkum, íroknað tey sum leiða okkum. Og vit biðja eisini fyri teimum, sum eru okkum ein meinbogi. Vit gera tað, tí Jesus livir ígjøgnum okkum í hesum heimi. Til tann dagin hann kemur aftur, eru vit hansara umboð.

Hvussu kunnu vit gera hetta? Vit kunnu bert gera tað við heilaga andans kraft. Av tí at Jesus gav sítt lív fyri okkum, elska vit hann og liva fyri hann. Hann má koma fyrst – framum eitt og hvørt vald, framum ein og hvønn politiskan flokk ella politiska skipan, má Jesus koma fyrst.

Vit biðja: Harri, hjálp mær at hava eyguni fest á teg og liv tú ígjøgnum meg. Amen

Spurningar til umhugsan
1. Ert tú áhugaður í politikki? Hví ella hví ikki?
2. Ert tað lætt ella trupult hjá tær at vera góð/ur við tey, sum hava heilt aðrar politiskar hugsjónir enn tú?
3. Hvussu kann Heilagi Andi hjálpa tær at elska onnur óansæð teirra politisku áskoðan?
Nevn nakrar praktiskar loysnir.

Bíbliulesnaður fyri dagin: Jesaja 9-10 og Efesus 1

Útgávurættur hoyrir til International Lutheran Laymen’s League, brúkt við loyvi frá Lutheran Hour Ministires, øll rættindi tilskilað. Skriva hevur Dr. Kari Vo, umsett ESM.