Týdningurin av skrivaða orðinum(1)
”Men verið tit hugreystir og latið ikki hendurnar ørmegnast, tí at verk tykkara skal fáa løn.« ”
2.Krýn.15,7
Í kalendaranum hjá ”Kirkju- og Missión” stendur um fjølbroytta virksemi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Missiónin hevur egið bókaútgávuvirki, ið gevur út kristnar bøkur umframt tíðindabløð, viku- og mánaðarbløð, fyrst og fremst Trúboðin við sínum 16 síðum. Trúboðin er eitt sera gott og uppbyggjandi blað. Harumframt er eisini Sunnudagsblaðið, ið hevur verið prentað og givið út líka síðan 1940. tað er eitt traktatblað og er eisini hugsað sum ein boðandi miðil.
Í mong ár hava trúgv fólk sjálvboðið borið ”Sunnudagsblaðið” út, tí tey vistu, at tað hevði ein undurfullan boðskap, gleðiboðskapin um okkara Harra, Jesus Kristus, og tey vistu, at fólk uttanfyri býarøkini nú eisini fingu møguleika fyri at lesa Orðið og verða frelst. Hesi fólk virkaðu fyri Gudi, hetta var teirra lutur í lívinum ella teirra teigur í víngarði Guds. Eg eri ikki í iva um, at meðan tey bóru út blaðið, so bóðu tey samstundis fyri tí.
Tey bóðu um, at blaðið mátti verða lisið, og at Harrin mátti signa boðskapin og lata hann upp, so at tað kundi verða til frelsu, styrki, endurføðing, læru, áminning og uppbygging fyri menniskju.
”Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir? Soleiðis sum skrivað er: »Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða!« ” Róm.10,15
”… ger trúboðara gerning, fullfør tænastu tína! ” 2.Tim.4,5
”Men verið tit hugreystir og latið ikki hendurnar ørmegnast, tí at verk tykkara skal fáa løn.« ” 2.Krýn.15,7
Í býnum er tað ógjørligt at fáa bløðini út í hvørt hús, tá tað verður borið út. Í Tórshavn, Tvøroyri og í Vági hava fólk kent seg kallað at fáa Sunnudagsblaðið út í hvørt einkult hús í teirra býi. Tey savnaðu seg til at pakka blaðið, og rinda sjálvi flutningsgjaldið. Men hesi fólk gerast eldri og fleiri teirra, ið tóku sær av at skipa fyri øllum hesum, eru nú deyð.
Hvønn týdning hevur so, tá alt kemur til alt, skrivaða orðið? Munnu vit ikki øll kenna setningar sum hesar:
-Pennurin er sterkari enn svørðið.
-Ein dropi av blekki kann fáa milliónir til at hugsa.
Gamli Luther segði: ”Vit mugu kasta prentsvørtu á djevulin.
Tað skrivaða orðið hevur tann fyrimun, at tú altíð kanst venda aftur til tað fyri at lesa tað um og um aftur, um okkurt er, sum tú hevur gloymt ella kanska ikki skilti heilt. Skrivaða orðið røkkur longri enn til avmarkaða og smala flokkin, ið møta inn til møtir kring landið. Heilaga Skriftin vísa eisini, hvønn týdning ápostlarnir góvu skrivaða Orðinum. Teir skrivaðu brøv til samkomurnar og hesi brøv lesa vit enn tann dag í dag, 2 áratúsund seinni.
Men heimsins børn eru ofta klókari enn børn Rikisins, og heimurin nýtir skrivaða orðið sum propaganda. Leo Trotskij segði. ”Sterkasta vápn kommunismunnar er lítla hefti, ið verður koyrt í lumman.”
Voltaire segði: ”Stóru bókaverkini á mong bind koma ongantíð at føra til nakra kollvelting. Tað eru smáu skrivaðu bøkurnar og heftini, ið eru vandamikil.” Við einum speiskum láturi hoyrdust menn sitera: ”Missiónin lærir fólk at lesa, men kommunistarnir geva fólki lesi-tilfar.” Í veruleikanum var undir kommunismuni send 15 tons av oyðandi og niðurbrótandi lesi-tilfari til afrikansk lond um dagin, meðan vit svóvu okkara tornerosusvøvn.
Sagt verður, at heimsins størsta prentsmiðja var prentsmiðjan hjá Jehova vitnum. Tey prenta 500 bløð hvørt minutt, ella 84 mió heftir um árið. Teir hava sanniliga skilt, hvussu teir best kundu spjaða teirra boðskap.
Hvat sigur so Missiónin. Hevur Heimamissiónin nakrar royndir hesum viðvíkjandi? Ein missiónsleiðari úr Latínamerika segði: ”Eg gjørdist skakkur at uppdaga, at 90% av umvendingunum seinastu tíðina vóru beinleiðis ella óbeinleiðis tengt av at lesa í skrivaða Orðinum.”
Í Kina búgva nærum 1,5 mia fólk og kortini vann kommunisman ein stóran sigur í hesum risastóra ríki, bert tí, tey bygdu upp ein vælskipaða útbýtingarskipan av skrivaða tilfarinum.
Í norska blaðnum ”Himmelveien” stóð í juni-blaðnum 2001 ein grein undir heitinum, ”Publiser eller kapituler” at lesa, ella við øðrum orði. Gevið út bøkur og bløð ella gevst við tínum kristiliga virksemi. Greinin er hjartanemandi og álvarslig, og tað er Anfinn Andås, trúboðari í Japan, ið sigur frá hesi frásøgn og vísir okkum, hvussu stóran týdning skrivað tilfar hevði. Gævi at tað prentaða orðið ikki bert verður eitt vápn hjá antikristi at nýta, ja gævi, at tað heldur mátti verði eitt amboð at spjaða gleðiboðskapin til milliónirnar í hesum heimi. Í morgin verður framhaldið av hesi grein at lesa.