Týdningurin av skrivaða orðinum(2)
”Men meðan fólkini svóvu, kom óvinur hansara og sáaði illgresi upp í hveitina og fór so avstað. ”
Matt.13,25
Útifundurin var júst liðugur. Trúboðarin var sera nøgdur, í tí hann kimaði yvir stóru mannamongdina, sum hevði staðið og lýtt á og sum nú vóru á veg heim. Enn einaferð varð boðskapurin lutaður víðari. John Mendow takkaði stillisliga Gudi fyri signingina at fáa loyvi at luta gleðiboðskapin til menniskju í Fjareystri. Hann mintist eisini sínar trúgvu hjálparar. Jú, hann var sera væl nøgdur við alt samalt. Hann takkaði aftur Gudi.
Tá trúboðarin hugdi út yvir fjøldina legði hann merki til, at ein yvirmaður í kinverska herinum nærkaðist honum. ”Kanska vildi hann hoyra meira um Jesus,” hugsaði trúboðarin. Men háð og vanvirðing teknaðu seg týðiliga í eygum hansara, og hann fjaldi tað heldur ikki, tá hann segði: ”Tit trúboðarar, tit eru nakrir stórir tápulingar.”
”Eru vit tað?” John Mendow vigaði orð síni neyvt og nýtti tey mest høvisku orðini, ”Hvat fær teg til at halda, at vit eru slíkir tápulingar?”
”Tykkara virkisháttur gevur mær ta fatan”
”Hvat er tá galið við okkara hátti at virka uppá?”
”Vit kunnu nýta hetta útimøti, ið júst nú er liðugt, sum eitt dømi. Her hevði tú ein gyltan møguleika fyri at vinna sigur fyri trúgv tína; men henda møguleikan misti tú. Nú er hann mistur í allar ævir.”
”Eg skilji ikki, hvat tú meinar við, mistur í allar ævir?”
Kinverski yvirmaðurin greiddi kaldliga og neyvt, hvat hann meinti við. Hann segði trúboðaranum, at hann aldri aftur vildi fáa møguleikan fyri at tala til júst somu fólk, ið nú vóru á veg til húsa. Boðskapurin var givin víðari, og fyri trúboðaran var hesin boðskapur fullkomiliga krystal-klárur, men hann var heilt nýggjur og fullkomiliga fremmandur fyri tey, íð lýddu á, og hetta líktist als ikki nøkrum av tí, tey fyrr høvdu hoyrt. Tað snúði seg um ein fremmandan Gud og ein máta at liva uppá, sum var áhoyrarunum heilt ókendur.
Hvussu kundi trúboðarin tá vænta, at fjøldin kundi skilja ein so nýggjan og øðrvísi átrúnað fyrstu ferð, tey hoyrdu hann boðaðan?
”Hví gavst tú teimum ikki okkurt at lesa?” helt yvirmaðurin fram. Eitthvørt skrivligt, sum tey skiltu. So kundu tey, um tey fingu áhuga í hesum, lesa og kanna meira um tað, tey júst høvdu hoyrt. Soleiðis kundi tín boðskapur fingið stóra ávirkan á tey í mánaðar, ja, kanska í ár frameftir. Nú verður tað gloymt eftir stuttari tíð.
Trúboðarin var fullkomiliga lamdur og fekk ikki eitt orð fram. Frustratiónin skolaði oman yvir hann. Hugtungur hugsaði hann um, hvussu ofta hann hevði biðið um at fáa júst eitt slíkt hefti, ið her varð tosað um. Hann vildi geva yvirmanninum aftursvar, men hesin helt fram við sínum atfinningum og hvøssu álopum.
”Tit trúboðarar, tit hava verið í Kina í meira enn eina øld, men tit hava enn ikki vunnið Kina fyri tykkara Kristus. Tit harmast um, at milliónir enn ikki hava hoyrt navnið Jesus nevnt. Tey vita heldur onki um kristnu trúgv tykkara.”
Yvirmaðurin bíðaði, so at trúboðarin kundi fáa loyvi til at hugsa og eygu hansara lýstu av at vera væl nøgdur, tá hann sá, hvussu stóran skaða orð hansara høvdu gjørt. Hann helt á, ”Vit kommunistar hava verið í Kina í minni enn 10 ár, men tað finst ikki tann kinverjin, ið ikki hevur hoyrt um Stalin, ella sum onki veit um kommunismuna. Tað tit trúboðarar ikki hava hepnast at gera í meira enn eina heila øld tað hava vit kommunistar gjørt upp á minni enn tíggju ár. Vit hava fylt Kina við lærusetningum og doktrinum okkara.
John royndi at svara aftur, men hann hevði onki at koma við sum mótsvar. Hann visti, at ákæran var sonn. So helt yvirmaðurin fram: ”Nú vil eg siga tær, hví tit ikki hava eydnast við tí, sum vit hava. Tit hava roynt at gera vart við tykkum her í Kina við at byggja kirkjur, skúlar, missiónshús oa. Vit kommunistar hava harafturímóti útgivið okkara lærusetningar og spjatt teir út um alt Kina. Ein dag koma vit at reka tykkum út úr landinum vegna okkara bókmentir og skrivligu keldur.
Mótfallin og særdur av sannleikanum í ákærunum frá kommunistinum stóð trúboðarin bert stillur og bað um bønarsvar. Nógvar hugsanir fuku aftur og fram í sinni hansara. Hann visti, at kommunistiska propaganda-maskinan var komin út í hvønn krók av landinum. Tíðindabløð, tíðarrit, uppsløg, bøkur og flogseðlar høvdu øll sama felags mál at sannføra Kina um ”stóru lygnina”. Mangar av hesum bókum háðaðu útlendingar og róptu kristindómin ”Átrúnaðurin hjá hvíta manninum”. Teir ákærdu trúboðarar fyri at vera njósnarar hjá fremmandum maktum. Av og á spottaðu tey Jesus og søgdu, at tað alt samalt snúði seg um lygisøgur, sum ríkir útlendingar høvdu funnið upp. Men kommunistiskar bókmentir vórðu í stóran mun lisnar, og kinverjar vórðu heilavaskaðir í ”reyðum blekki”.
John Mendow leitaðu í tonkunum aftur til allar tær ferðir, hann hevði skrivað til heimlandið og biðið um stuðul til kristnar bókmentir. Um bert tey høvdu kunnað fingið partar og ørindir úr Bíbliuni, traktatir, bøkur og líknandi, ið kundi greitt teimum frá kristna boðskapinum, so hevði støðan allarhelst verið ein heilt onnur enn hon er dag.
John leit bert at yvirmanninum, ið bukkaði og fór avstað.
Hetta var greinin hjá Arnfinn Andå. Sum tað sæst á innihaldinum, so er greinin skrivað 10 ár eftir, at kommunistarnir byrjaðu teirra virksemi. Tað óhugnaliga er, at yvirmaðurin fekk rætt, tá hann segði: ”Ein penan dag fara vit at reka allar trúboðarar út úr landinum.”
Hvat var tað fyri virkisháttur, sum eydnaðist so frálíka væl? Júst tann, at teir settu pening í bøkur, bløð og tíðarrit heldur enn stór og stásilig monumentir. Teir vóru sáðmenn. Tað er bert tað, at tað teir sáddu, tað var ókrútið, sum Jesus sigur frá í líknilsinum í Matt.13,25.
Hetta má eggja okkum til at verða enn ídnari og meira brennandi eftir at sáa tað skrivaða Orðið. H.K.Neerskov hevur einaferð sagt, at tá fólk fara í føðingardag ella eru boðin út, so geva tey ofta eina eskju av konfekt ella eina bukett av blómum. Men blómurnar følna og doyggja, sjokulátan setur seg á rivjabeinini. Geva vit harafturímóti eina dygga kristna og uppbyggjandi bók, ja so geva vit nakað, ið hevur ævigt virði.
E.Campbell umsetti