Undurfull livandi orð
„Latið orð Krists búgva ríkliga hjá tykkum í øllum vísdómi, so at tit læra og áminna hvør annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum, og syngja yndisliga Guði lov í hjørtum tykkara. “
Kol.3,16
Tað besta, vit kunnu senda okkara ungu út í lívið við, tað er orð Guds, Bíblian. Hesi orð eru meir enn prentsverta og pappír. Tey eru livandi, spilllivandi. Bíblian sigur okkum júst, at Harrans orð eru andi og eru lív. (Jóh.6,63)
Guds orð ger tað tað sigur. Hann skapti jørðina við sínum orði. Mamma má hava tógv og stokkar fyri at gera og binda eina troyggju, og pápi má hava træ og seym fyri at skapa og smíða eini hús. Men Gud sigur eitt ord, og so verður tað til. Hetta hava menniskju upp gjøgnum tíðirnar skilt.
„ … sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur. “ var tað ein herhøvdingur, ið einaferð segði.(Matt.8,8) „ … men eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.« “ segði Pætur.(Luk.5,5) Hesir báðir vistu, at Harrin bert skuldi siga eitt orð, og so varð tað soleiðis. Tí í Sálmunum hava tey kanska lisið hetta: „sendi sítt orð og teir grøddi og frá grøvini bjargaði teimum,“ Sálm.107,20. Ja, „Grasið visnar, blóman følnar, men orð Guðs várs stendur allar ævir.« “ Jes.40,8
Men orðið kann meir enn tað. Tað reinsar, tá vit lesa Guds orð, so at vit gerast rein. „Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara. “ Jóh.15,3
Bæði í Gamla og Nýggja Testamenti verða vit mint á at lesa Guds orð. „Sonur mín, gev orðum mínum gætur, vend oyra tínum til talu mína. “ Orðt.4,20. „Latið orð Krists búgva ríkliga hjá tykkum … “ Kol.3,16
E.Campbell