Úr bók Rutts

„Men Rut svaraði: »Strong ikki á meg, at eg skal fara frá tær og venda heim aftur; tí at hagar, sum tú fert, vil eg fara; og har sum tú liggur nátt, vil eg liggja nátt; títt fólk skal vera mítt fólk, og tín Guð skal vera mín Guð; “
Rutarbók 1,16

 

 

Í bók Rutts møta vit tveimum ungum kvinnum, ið báðar tvær stóðu yvirfyri einum avgerandi vali. Nøvn teirra er Rutt og Orpa. Tær høvdu báðar sama møguleikar til at velja rætt, tí teirra lutur var meinlíkur. Noomi, svigarmamma teirra hoyrdi til ísraelska fólkið, men var vegna hungursneyð í heimlandinum farin til Móabs land saman við manni sínum og báðum synum teirra.

 

Men maðurin doyði og stutt eftir eisini báðir synirnir, sum høvdu fingið sær móabitiskar konur, og hon sat nú aleina eftir. Tá hon frætti, at „Harrin hevði vitjað sítt fólk og givið teimum breyð“, vendi hon aftur til sítt land, saman við sonarkonunum.

 

Tá tær høvdu gingið ein góða tein segði hon við tær, at nú máttu tær venda aftur til hvør sína ætt teirra, so at tað kundi gangast teimum væl. Tá tær báðar tvær vóru ógvuliga góðar við svigarmammu teirra grótu tær báðar: „og søgdu við hana: »Nei, vit koma við tær til fólk títt!« “ 1,10

 

Men tá so Noomi greiddi teimum frá, at hon ikki kundi tryggja teimum eina góða og trygga framtíð, tá valdi Orpa at venda heim aftur og sostatt at vera verandi í sínum egna heimlandi.

 

Hóast hon gjøgnum sítt samband við Harrans fólk hevði lært hin einasta sanna Gud at kenna, Himlanna og Jarðanna skapari, ja so vendi hon honum kortini ryggin.

Hon valdi at vera saman við fólki, ið dýrkaðu avgudar heldur enn at halda seg til Harran og fólk hansara. Hvat er tað ikki syrgiligt at byrja sína gonguferð saman við Gudi fyri seinni at fara frá honum!

 

Hjá Rutt hinvegin, var støðan ein heilt onnur. Hon hevði fingið kærleika til Harran og stóð rimmarføst í hesi avgerð. Vit síggja hana fyri okkum, meðan hon týðiliga og heilt greið í málinum sigur sína hjartans avgerð til svigarmammu sína: „Men Rut svaraði: »Strong ikki á meg, at eg skal fara frá tær og venda heim aftur; tí at hagar, sum tú fert, vil eg fara; og har sum tú liggur nátt, vil eg liggja nátt; títt fólk skal vera mítt fólk, og tín Guð skal vera mín Guð; “ Rutt 1,16

 

Tá Noomi loksins skilti, at Rutt stóð rimmarføst upp á sítt og at hon bert ynskti at fylgja henni, fylgdust tær báðar til Heilaga landið.

 

Tær komu til Betlehem, júst tá bygg-heystaskurðurin byrjaði og stutt eftir hetta er Rutt úti á markini, har hon savnar saman aks í kjalavørrinum hjá skurðarfólkinum uttan at unna sær nakra sum helst hvílu. Bóas, ið átti jørðina, har hon nú var stødd, var blíður og lagaligur við hana, og tá hann gjørdist varur við, at hann, eftirsum hann var í ætt við mann Noomis, hevði skyldu at gifta seg við Rutt, so lat hann seg gifta við henni. Tey fingu ein son, sum tey nevndu Óbed, og hann gjørdist faðir til Ísai, ið aftur gjørdist faðir Dávids.“

 

Vi síggja her, at Harrin lønti Rutt ríkiliga fyri hennara trúfesti: hon giftist við einum múgvandi manni, hon gjørdist langomma til Dávid kong, og úr ætt Dávids kom eisini Jesus. Nú er so spurningurin bert, um tú ert ein Orpa, ið vendir Gudi ryggin, ella ein Rutt, ið fer frá øllum sínum fyri at fylgja honum“

E.Campbell umsetti