Vakið tí!
”Men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. ”
Matt.24,13
Ein maður talaði á einum møti um Jesu afturkomu og um tey, sum verða rykt við upp til Himmals, tá ið Harrin Jesus kemur aftur. „Tað tykist,“ segði hann, „sum vit, sum her eru samankomin, eru eins. Eingin munur sæst á okkum. Kortini er ein munur. Summi verða tikin við, og onnur verða latin eftir, soleiðis sum Jesus sjálvur greiðir frá í Matteusi 24,40–41.“
So tók maðurin tvær fimmkrónur og legði tær framman fyri sær. „Hesar fimmkrónurnar síggja eins út, men kortini er ein munur á teimum,“ segði hann. So læt hann eina sterka magnet strúka eitt sindur uppi yvir hesum fimmkrónunum, og onnur fimmkrónan leyp upp í magnetina, meðan hin ikki vikaðist. Hvør var orsøkin? Jú, onnur fimmkrónan var ein rættilig fimmkróna, og av tí at hon var úr metali, dró magnetin hana til sín. Hin var eingin rættilig fimmkróna, hon var ein eftirlíkning, gjørd úr træi. Útvortis sást eingin munur, men munurin var innvortis.
„Soleiðis er eisini við okkum menniskjum,“ helt hann fram, „eingin munur sæst uttan á okkum; men innvortis eru vit ikki líka. Summi verða rykt upp til Himmals, tá ið Jesus kemur, meðan onnur verða latin eftir.“ Tí ræður um at vera vakin, tí vit vita ikki á hvørjum degi Harri okkara kemur! Bjóða Jesusi inn í hjarta títt sum tínum persónliga Frelsara, so kanst tú vera tryggur undir øllum lívsins viðurskiftum. „Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt“ (Áps. 16,31), og Jesus segði sjálvur: „Tann, ið heldur út til endan, hann skal verða frelstur.“ Matt. 24,13. Effie Campbell