Valið

”Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ”
Jóh.14,6

 

 

Ein lítil drongur, sum var farin inn í ein handil, har tey seldu góðgæti, hevði stórar trupulleikar at velja sær tað, hann skuldi keypa.

 

Ótolin fylgdi handilsmaðurin honum frá einari hill til aðra, og at enda segði hann ógvuliga avgjørdur á málinum: “Hoyr, lítli mín, nú mást tú taka eina avgerð.” Drongurin hugdi at honum, meðan hann milt átalandi segði: “Fyrigevið, men eg havi bert hesa einu krónuna, so eg má hugsa gjølla um, hvat ið eg velji, fyri at fáa mest møguligt burtur úr henni.”

 

“Eg havi bert hesa einu krónuna!” Soleiðis átti ein og hvør okkara at litið at tí lívinum, vit hava fingið litið upp í hendur. Vit hava bert hetta eina lívið, og vit standa í einum nógv álvarsamari vali enn drongurin, tí ævinleikin hongur í hesum, hvat vit velja.

 

Latið okkum tí lurta eftir orðum Bíbliunnar: “Búgv teg til at møta Gudi tínum!” (Ámos. 4,12) Vit skulu øll møta Gudi; men vilja vit møta honum sum hinum náðiga Gudi, sum hevur fyrigivið okkum syndir okkara, mugu vit velja Jesus Kristus her.

 

Jesus er vegurin, sannleikin og lívið, eingin kemur til faðirin uttan gjøgnum hann. (Jóh.14,6) Spurningurin er tí: hevur tú valt Jesus? Hevur tú tikið ímóti honum sum tínum persónliga Frelsara – um ikki, ert tú æviga glataður.

 

Tú hevur bert hetta eina lívið, og tí mást tú velja, hvar tú vilt vera í ævinleikanum. Vel Jesus – tá velur tú lívið.

E. Campbell umsetti